Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hesir dystirnir verða aftur avgerandi í vetur - innanhýsis toppdystirnir millum sandavágsmenn og havnarmenn. Á myndini eru vágamenn vinstrumegin, úr erva Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen. Havnarmenninir eru úr erva høgrumegin Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Olaf Berg og Luitjen Akselsson Apol, standandi

Talvsambandið: Eftir dystirnar í fjórða umfari í landskappingini í talvi um viksuskiftið fekst sjón fyri søgn um, at einki av hinum liðunum stendur Sandavági og Havnini kurl í fremstu deildini.

Tey bæði liðini vinna stórsigrar á hinum kappingarneytunum, og nú verður bíðað eftir fyrra innanhýsis toppdystinum í fimta umfari. Men hann verður ikki fyrr enn eftir nýggjár. 

Stórsigrar
Sandavágur og Havnin gjørdu bæði bart í fjórða umfari. 

Havnarmenn flongdu klaksvíkingar heili 3½-½ í Skákinum á Akursmørk. Og sama gjørdu vágamenn við B-liðið hjá klaksvíkingum í 1. deild. 

Á FM-liðnum hjá Havnini vunnu Helgi Dam Ziska, Olaf Berg og Luitjen Akselsson Apol allir sannførandi á fremstu trimum borðunum, men á fjórða borði var remis millum Carl Eli Samuelsen og Willa Olsen.

Tað var eisini á fjórða borði, at tað bragdaði hjá hinum klaksvíksliðnum. Ingolf Gaard hevur verið álitið á liðnum, hesaferð telvaði hann remis móti Torkil Nielsen. Á ovaru borðunum vunnu sandavágsmenn. Brøðurnir Rógvi og Høgni hava báðir fult stigatal higartil eftir fýra dystir.

Í triðja dystinum vann Havnin B á kollfirðingum. Veteranurin Hanus Joensen, føroyameistari 1977, var hin einasti, sum vann av kollfirðingum.

Dystirnir í fjórða umfari í 1. deild vóru hesir:

##med2##
##med3##

Sandavágs Talvfelag er á odda við 14 stigum, Havnar Telvingarfelag er næst við 12½ stigi. Haðani er fitt glopp aftur til Klaksvíkar Talvfelag, sum á triðja plássi hevur 8 stig.

Telvað verður ikki aftur fyrr enn 8. januar 2023. Tá eru dystirnir í fimta umfari fyri. Og tá bresta Havnin og Sandavágur saman. Eftir fimta umfar, er kappingin hálvrunnin. Tíggjunda og seinasta umfar verður 18. mars.

Dystirnir í fimta umfari verða hesir:

5. umfar (8. januar)
Havnin - Sandavágur
Havnin 2 - Klaksvík 1
Klaksvík 2 - Kollafjørður

Hinar deildirnar
Í 2. deild er Sandavágs Talvfelag á odda. Higartil hevur ikki eydnast sandavágsmonnum at hava tvey lið í bestu deildini, men kanska verður tað veruleiki komandi kappingarár. Men vestmenningar fara helst at geva teimum ein skarpan gang.

Í 3. deild stendur á jøvnum millum sundalagsmenn í felagsliðnum Róki og Tofta Talvfelag, men stutt er aftur til Sandavágs Talvfelag og Kongshavnar Talvfelag.

Í 4. deild eru gøtumenn fremstir, og í unglingadeildini eru havnardreingir á odda.

Nú er steðgur í landskappingini í øllum deildum til eftir nýggjár.
##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo