Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í kvøld verður sang- og heiðursløta í Bygdarhúsinum í Miðvági fyri kenda íverksetanum og vinnulívsmanninum og skaldinum Jens Eli Ellefsen.

Stigtakarar til sang- og heiðursløtuna eru kvinnurnar í Yvirhúsinum í Miðvági, saman við Undirhúsinum og Alduni.

Einir 250 innbodnir gestir fara at syngja sangir eftir Jens Eli Ellefsen, har fleiri av teimum eru vorðnir kendir, og sannar perlur.

Jens Eli Ellefsen, sum nú er farin nakað yvir tey 80, hevur verið kendur sum ein sera vinsælur, fryntligur og dámligur maður, og eisini kendur vinnulívsmaður og íverkseti.

Skráin á sang- og heiðursløtuni er henda:

Kl 19 Gardar Joensen, borðstjóri, bjóðar vælkomin
19.05 Syngja sang
19.15 Borgarstjórin sigur nøkur orð
19.35 Syngja sang
19.45 Anna Hansen
20.00 Tórshavnar Manskór
20.20 Kitty May Ellefsen
20.45 Mat/prát 10 min
21.00 Syngja sang
21.10 Hans Jørgensen
21.30 Syngja sang
21.40 Sven Åge Ellefsen
22.00 Syngja sang
22.10 Torbjørn Jacobsen
22.25 mat/prát
22.35 Syngja sang
22.45 Røðari
22.55 Syngja sang
23.05 Gardar takkar fyri/Jens Eli sigur nøkur orð
23.15 Syngja sang
23.30 Góða nátt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo