Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Leirkerið: Leirkerið gevur í hesum døgum tvær nýggjar barnabøkur út í virðisløntu røðini „Sannar søgur“. 

Bókin „Stormurin, sum steðgaði“, er um vælkendu bíbliusøguna, tá Jesus stillar stormin.

„Heilt ótrúliga framúr frálíka veitslan í allar ævir“ er ein hugtakandi bók um himmalin, Jesus og heimsins bestu innbjóðing!

Bøkurnar í røðini „Sannar søgur“ siga á einfaldan hátt frá bíbliusøgum og søgum, sum onkursvegna taka samanum bíbilsk temu.

Harafturat eru bøkurnar prýddar við vøkrum hugtakandi og fangandi myndum.

Umframt hesar nýggju bøkurnar, eru hesar í bókarøðini: „Undrið klokkan eitt“, „Ein garður, eitt forhang og ein krossur“ og ein tilhoyrandi máli- og ítrivsbók.

Arni Zachariassen týddi bøkurnar til føroyskt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo