Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

So kom sannleikin endiliga fram. Foreldramyndugleikin hevur onki at siga, tá børn eru umsorganaryvirtikin. BVT hevur evstu ábyrgd og kann gera við børnini, sum teimum lystir.

Børn, sum eru umsorganaryvirtikin, verða koppsett við ella uttan samtykki frá foreldramyndugleikanum, og fær foreldramyndugleikin høvi at játtað ella nokta, men í síðsta enda er hetta bert fyri at vísa, at BVT bert vil spyrja inn til hugsanina hjá foreldramyndugleikanum, men ikki hevur áhuga í at virða foreldramyndugleikan.

Hevur BVT koppsett síni egnu børn?

Áttu øll starvsfólk hjá og við tilkníti til BVT ikki at koppsett egnu børn, áðrenn tey vilja koppseta børn, sum tey hava rænt frá øðrum foreldrum?

Ella hevur BVT fingið so stóra makt, sum barnarænarar, at tey kunnu brúka rænd børn sum royndarkaninir?

Um BVT vil yvirrula foreldramyndugleikan viðvíkjandi koppseting, átti BVT tá ikki at gingið fremst og koppsett egin børn fyrst?

Hevur BVT førleikan at taka støðu til um umsorganaryvirtikin børn skulu verða koppsett ella ikki, áðrenn tey hava koppsett síni egnu biologisku børn?

Ella eru starvsfólk hjá BVT meira verd enn onnur foreldur?

Hevur BVT heimild at yvirrrula foreldramyndugleikan, bara tí tey vilja vísa makt?

Átti BVT ikki heldur, sum ein fyrimynd, at staði fram alment og koppsett egnu børn fyrst, um tað er so átrokandi og lívsneyðugt at fáa børn koppsett fyri korona?

Við hesum vilja vit ikki blanda okkum uppí koppseting sum heild. Hvørki til vaksin ella tey børn, ið eru heima.

Men serliga hesi 120 børnini, ið onga verju hava eftir at tey eru umsorganaryvirtikin.

- Familjuhjálpin

Les eisini: 

Í Danmark krevur koppseting av børnum sum eru sett til fosturs samtykki frá foreldrunum

Koronakoppseting av fosturbørnum: Ikki upp til foreldrini at gera av

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo