Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vitan er bulurin í allari samfelagsmenning. Frambrotini handan landbúnaðarkollveltingina, upplýsingartíðina, ídnaðarkollveltingina og talgilda vitanarsamfelagið bygdu øll á vitan, og tráanina eftir vitan. Vitan elvir til tøknilig frambrot, nýskapan, nýhugsan, vøkstur, mentan, trivnað, heilsu og vælveru, og fortreytin fyri einum tíðarhóskandi samfelag er eitt samfelag, sum virðismetir vitan, brúkar verandi vitan og skapar nýggja vitan, í øllum lívsins viðurskiftum.

Vitanarsamfelagið skuldi vera garantur fyri, at vit fingu ein meira upplýstan heim. At hava alla tøka vitan í heiminum í buksulummanum er sanniliga ein kollvelting fyri okkum øll. Men kunnleiki og upplýsing er ikki altíð tað sama sum vitan og sannleiki. Vit liva í eini avbjóðandi tíð við falstíðindum, alternativum sannroyndum og sjálvkendum sannleikum. Tí er tað meira neyðugt enn nakrantíð við sterkari siðvenju í vísindaliga háttalagnum, lærda fróðskapinum og førleikanum til at meta um, taka fyrivarni, skilja samanhangir, viðurkenna óvissu og skilja, at heimurin og alt í honum, er torgreiddur.

Til tess at lyfta hetta krevst, at samfelagið – og politiska skipanin – virðismetir og raðfestir vitanarstovnar. Fróðskaparsetrið hevur, sum frá er liðið, eina sera drúgva siðvenju í fleiri týðandi fróðskapargreinum.

Fróðskaparsetrið hevur eina drúgva søgu, men sammett við hægri lærustovnar kring heimin er Fróðskaparsetrið lutfalsliga nýtt. Undangongufólk hava tryggjað okkum føroyingum ein sterkan stovn til gransking og læru, men Fróðskaparsetrið er í einari ævigari tilgongd um at vera betri í dag, enn tað var í gjár. Tað má altíð vera málið. Tí má mann áhaldandi endurskoða skipanina og útbúgvingarnar til at møta og nøkta tí tørvi, ið er í samfelagnum.

Fróðskaparsetrið er ein endurspegling av samfelagnum, og samfelagið ein endurspegling av Fróðskaparsetrinum. Tí er tað ikki líkamikið, hvussu tingini verða gjørd, hvat verður raðfest og ikki, og hvørji tilboð Fróðskaparsetrið hevur. Fróðskaparsetrið eigur at arbeiða tætt saman við tí privata og tí almenna, soleiðis at gransking og lærdómur – umframt ástøðiligi parturin – tekur støði í tí veruliga, praktiska og ítøkiliga. Hetta fyri at Fróðskaparsetrið framhaldandi er ein meira integreraður partur av samfelagnum, og at samfelagið fær sjóneykuna á tað sanna virðið, sum eitt framkomið Fróðskaparsetur hevur. Í einari tíð við vaksandi stikni fyri akademia og intelligensia er hetta alneyðugt.

Tað, sum kanska serliga skilir Fróðskaparsetrið frá øðrum lærustovnum í heiminum, er, at Føroyar, føroyskt og føroyingar eru snúningsás. Tað fært tú onga aðrastaðni í heiminum. At lýsa úr føroyska samanhanginum, at viðgera úr einum føroyskum sjónarhorni og at skapa føroyska siðvenju – á føroyskum – er ikki bara samfelagsmennandi, men beinleiðis tjóðarbyggjandi. Tí er Fróðskaparsetrið – umframt at vera ein vitanardepil – ein tjóðarbyggjandi stovnur, sum øll politiska skipanin má síggja virði í og raðfesta við hesum í huga.

Fyri at tryggja, at Fróðskaparsetrið er á altjóða stigi, mugu vit góðskutryggja stovnin. Arbeiðið við at vera fullur partur av Bologna-sáttmálanum má raðfestast politiskt, soleiðis at Setrið kann skjalfesta, at mann er á altjóða stigi.

Vitan er okkara virðismesta tilfeingið. Hendan sannroyndin er enn galdandi, og eitt framkomið land má hava mál um okkara fróðskap. Og tað málið má vera eitt savnað øki fyri fróðskap og gransking. Vit skulu bera so í bandi, at alt økið frá Sjóvinnuhúsinum niðan til gamla Venjingarskúlan á Frælsinum verður eitt stórt kampusøki til frama fyri fróðskapin. Har skal útbúgving, gransking, nýmenning og íverksetan samvirka, soleiðis at vit finna nýggjar vinnuvegir og skapa betri loysnir innan øll samfelagsviðurskifti.

Alt Fróðskaparsetrið skal savnast á hesum økinum í okkara høvuðsstaði, og vit skulu gera pláss til lestraríbúðir, kaffistovur, bókasavn, lestrar- og undirvísingarhølir og alt annað, ið hoyrir til, og sum er einum framkomnum Fróðskaparsetri virðiligt.

Føroyar skal vera ein vitanardepil, og politiska skipanin má fara í gongd við tryggja allar bestu umstøður fyri okkara Fróðskaparsetur, soleiðis at vit samrenna gransking, íverksetan og útbúgving til eina drívmegi, ið kann flyta land okkara longur inn í framtíðina.

Bjarni Kárason Petersen, tinglimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo