Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í gjár undirskrivaðu Tórshavnar kommuna og Sp/f Hjálpirót og Sp/f Valaverk sáttmála um eina royndarverkætlan fyri summarið 2022, har Vágsbotnur verður nýskipaður sum eitt innbjóðandi og miðsavnandi býarrúm til trivnað, mentan og uppihald.

Ætlanin hevur leingi verið áleiðis. Í eini royndarverkætlan fyri summarið 2022 fer kommunan nú undir ymisk átøk í økinum, ið koma at broyta økið nakað. Endamálið við royndarverkætlanin er at royna býarskipanarligar leistir í verki, ið koma at vera leiðbeinandi fyri hvussu økið veðrur skipað í framtíðini.

Vegurin ígjøgnum økið verður umskipaður og nýasfalteraður í ein boga út um eitt nýtt miðsavnandi uppihaldstorg mitt á økinum. Vegurin verður einvegis omaneftir frá horninum á Tórsgøtu/Mylnugøtu og út á Skálatrøð, og nýggir parkeringsbásar verða uppmerktir í vestaru síðu í Vágsbotni.

Eitt nýtt miðsavnandi uppihaldsøki verður bygt, ið ætlandi verður karmur um ymisk mentanarlig og marknaðarlig tiltøk. Umframt at knýta Tórsgøtu saman í maritima dámin í Vágsbotni, fer hetta økið eisini at knýta stóru sititrappuna upp í sólargóða økið úti undir Bryggjubakka. Her verður pláss fyri at seta pall upp til ymisk tiltøk, eins og møguleiki verður fyri at sita undir taki og í lívd.

Arbeiðið við hesi royndarverkætlani kemur at broyta dagligu viðurskiftini í økinum nakað, og hóast serlig atlit verða tikin til alt kringliggjandi virksemi í Vágsboni, so kann væntast, at alt økið verður merkt av byggingini nakað fram.

Arbeiðið byrjar í viku 21, og sambært arbeiðsætlanini verður verkætlanin merkt av byggingini fram til mánadagin 4. juli, við eitt nú byggiplásshegni, ferðsluforðingum og fyribilsskelting.

Væntast kann í sama viðfangi, at ferðslan ígjøgnum økið verður avbyrgd eitt stutt skifti.

Teir, sum síggjast á myndini til undirskrivingina í gjár, eru Sjúrður Jacobæus, stjóri í Sp/f Hjálpirót, Eyðun Joensen og Gunnar Mohr, stjóri í Sp/f Valaverk, og Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo