Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen

Landsverk: Í dag er ein stórur dagur, tí í dag er sáttmálin millum Landsverk og J&K Petersen um arbeiðið at gera tunnil og vegirnar til nýggja Fámjinstunnilin, undirskrivaður.

Tað vóru Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, ið skrivaðu undir sáttmálan.

Hetta hendi á lítlari samkomu á Landsverki, har fólk sum hava arbeitt við verkætlanini vóru hjástødd, umframt at Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, eisini nýtti høvið at vera til staðar hesa stóru løtuna.

Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur, við tveimum breytum. Tunnilin far alla ta kravdu trygdarútgerðina, ið ein tílíkur tunnil skal hava í dag. Tað er LBF, ið hevur staðið fyri prosjekteringini av verkætlanini.

Avtalan við J&K Petersen er á umleið 150 mió kr, men samlaði kostnaður fyri alla verkætlanina, er mettur at vera 207 mió kr. Seinni í ár er ætlanin at bjóða el-arbeiðið í tunlinum út, ið er alt arbeiðið, við eitt nú ljósum og trygdarskipanini.

Ætlanin er at arbeiðið byrjar sum skjótast á plássinum í Ørðavík, har J&K Petersen fyrst byrjar at grava av fyri vegnum, ið skal ganga fram til tunnilsmunnan.

Eftir ætlan byrjar sjálvt tunnilsarbeiði seinni í ár, og øll verkætlanin skal eftir ætlan verða liðug miðskeiðis í 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo