Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Listasavnið: Hevur tú hug at royna teg sum listafólk saman við okkum? Kom og vitja Listasavnið í heystfrítíðini og tak alla familjuna við. Á skránni eru alskyns ítriv til allar aldursbólkar. Tú fært møguleikan at læra um list við at tekna, klippa, práta, leita, hugsa, rokna, spæla og mangt annað.

UMSKAPA POSTKORT
Fleiri hundrað Posca-tussjir og ein rúgva av postkortum og plakatum eru klár til tín at tekna við og á – endurnýt, endurtulka, endurhugsa listaverk á nýggjan hátt.

MIKROSTANDMYNDIR
Vit hava keypt eina rúgvu av Silk Clay, sum tit kunnu gera til standmyndir í mikrostødd. Listasavnið er fylt við standmyndum, sum kunnu vera íblástur til uppfinningarsamar formar.

KLIPP KLIPP SAMKLIPP
William Heinesen hevur gjørt nógv, flott listaverk burturúr pappíri og saksi. Nú er tað tín túrur at royna teg við pappírsklippi. Vit hava tilfarið, tú hevur evnini.

LISTAVEIÐA
Far á veiðuferð eftir listaverkum í framsýningini hjá Listasavninum og loys stuttligar og avbjóðandi uppgávur. Seinast hildu tit, at tað var ov lætt - nú hava vit hækkað støðið, so kom nú og royn teg! Øll, sum loysa listaveiðuna, kunnu vinna bókina “Myndir í myndum”, vit burturluta eitt eintak um dagin.

VIÐ FERÐ Á SØGUTEPPINUM
Mánadag til fríggjadag kl. 13

Kom við søguteppinum á ævintýraferð í framsýningini, har vit hugleiða um flottu listaverkini í framsýningini. Rundvísingin er 20 minuttir við práti, hugflogi og góðum søgum.

SAMSKIFTI
Evnið á Savnsfagnaðinum 2019 er samskifti. Eitt orðatilfeingi ljóðar “ein mynd sigur meira enn 1000 orð”, og tað er vist, at listin samskiftir nógv á nógvar ymiskar mátar. Á Savnsfagnaðinum samskifta børnini við og gjøgnum listaverk: tey skapa síni egnu verk, endurtulka listaverk hjá øðrum og samskifta við javnlíkar og gestir á Listasavninum. Í einum talgildum heimi, har tíð er ein trotvøra, hevur tað aldrin verið so týdningarmikið sum júst nú, at vit geva hugflogi og skapanarevnum leysar teymar. At vit røkja skapanarhugin, sum vit øll hava, og vit hugsavna okkum um okkurt, sum bjóðar okkara hugflog og fínrørslulag av.

Opið er frá kl. 11 til 16 mánadag til fríggjadag.
Atgongd og øll tiltøk eru ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo