Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssamband Føroya: Sunnudagin spæla flogbóltslandsliðini hjá monnum og kvinnum seinastu heimadystirnar í Silver League. Kvinnurnar spæla ímóti Portugal kl. 16, og menninir spæla ímóti Lettlandi kl. 19.

Kvinnurnar: Føroyar – Portugal kl. 16:00
Portugal er sterkasta liðið í bólkinum við føroysku kvinnunum. Hóast Portugal (nr. 27) bara er eitt pláss frammanfyri Montenegro (28) á dagførda styrkislistanum hjá CEV, so vann Portugal lættliga á Montenegro mikudagin, hóast Montenegro vann annað sett: 3-1 (25-17, 20-25, 25-18, 25-16).

Eftir dystin í morgin fara kvinnur á drúgva Evropaferð, har tær spæla útidystirnar ímóti Portugal (11. juni), Georgia (14. juni) og Montenegro (16. juni).

Menninir: Føroyar – Lettland kl. 19:00
Menninir møta Lettlandi, sum er sterkasta liðið í bólkinum. Lettland er styrkismett nr. 27 í Evropa, og man liggja á nøkulunda sama stigi sum Estland, sum Føroyar møttu í EM-undankappingini í fjør. Tá fingu Føroyar oyruni í maskinuna, men seinasta dystin ímóti Belgia hóttu Føroyar veruliga í triðja settinum, sum Belgia tó at enda vann 25-20, men kann tað góða føroyska spælið finnast framaftur, so er møguleiki fyri líkinda úrsliti ímóti Lettlandi í morgin.

Í EM-undankappingini í fjør vann Lettland báðar dystirnar á Eysturríki, men tapti hinar báðar fyri Finnlandi, og kom tí ikki við í EM-endaspælið, sum bæði Belgia og Estland í bólkinum hjá Føroyum annars kvalifiseraðu seg til.

Sunnudagin um eina viku spæla Føroyar aftur ímóti Lettlandi; tá á útivølli.

Vegir og tunlar stongdir
Tey, sum ætla sær í høllina á Hálsi at hyggja eftir landsliðsflogbólti sunnudagin, eiga at hava í huga, at Tórshavn Marathon er sunnudagin, og tí eru vegir og tunlar stongdir í fleiri tímar. Fullfíggjað yvirlit sæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu á www.torshavn.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo