Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Teir sum standa á odda fyri ukrainsku hermonnunum sum høvdu víggirt seg á risastóra stálverkinum Azovstal í býnum Mariupol hava nú boðað frá, at teir allir hava lagt vápnini. Tað hendir eftir at bæði vanlig fólk og særdir hermenn seinastu vikurnar eru flutt burtur frá verkinum í bussum.

Sostatt er seinasti skansin í sundurbombaða havnarbýnum eftir øllum at døma fallin.

Tað er Russland sum ber óváttaðu tíðindini, og sigur samstundis, at hetta er ein sigur í bardaganum.

Tíðindini verða stuðlað av einum videoboðum frá ovasta leiðaranum fyri ukrainsku hermenninar í Azovstal, har hesin sigur, at teir nú gevast við bardaganum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo