Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Farið verður nú undir seinastu sýningarnar av nógv rósta sangleikinum “Cabaret”, sum Glasir og Tórshavnar Musikkskúli hava sett á pall.

Síðani undanframførsluna tann 24. januar hava 41 leikarar og tónleikarar framført “Cabaret” 7 ferðir í stóra atriumrúminum á Glasi. Tá leiktjaldið fer niður fyri útseldu sýningini í kvøld (sunnukvøldið 2. februar) - tí 8. í røðini - hava tey spælt fyri yvir 3.000 áskoðarum.

Ongin sýning er mánadagin, men týsdagin 4. februar verður so farið undir seinastu sýningarnar.

Brot úr viðmerkingum til- og ummælum av sangleikinum:

“Fleirfalt framúr!” - Birgir Kruse, birkblog

“Hetta er ein leikur við størsta skúlaberattigilsi. Allir skúlar, ið nema við týskt, eiga at síggja henda leik og arbeiða við honum. Og teir lærarar, sum í vikuni hava nomið við Holocaust og hugtakið Ongantíð aftur, fáa her forerandi eina topnotch og Spizenklasse pallseting, sum á heimavølli ger Weimar republikkin og tey villfarnu og dekadentu týsku millumkrígsárini livandi fyri okkum. Og tað so sprelllivandi. Framúr!” […].

“Eg hefti meg […] við, hvussu ofta eg havi sagt og skrivað framúr, og hvussu sjónliga væl øll hava samstarvað um alt, ið ein pallur altíð byggir á. Fleirfalt framúr!” - Birgir Kruse, birkblog

“Bravo bravissimo sigi eg bara, og viðmæli øllum at fara! Ein góð og viðkomandi søga, super væl spælandi tónleikarar og stórt rós til allir leikarar og sangarar fyri fleiri hæddarpunkt og gásarhold. Eg var bæði rørd til tár og látur, flottur ungdómur, vit eiga. Tey meira tilkomnu eri eg satt at siga stolt av” - Urd Johannesen

“Glæsiligi karmurin um sangleikin ”Cabarét” fekk tað besta fram í stórslidnari og væl frágingnu uppsetingini  á Glasir.  […] Sum áskoðari kendi eg meg vælkomna frá fyrsta anslagi. [...] Í góðar tveir tímar, umframt ein hálvan tíma steðgur, koyrdi leikurin fyri øllum sansum” - Gulla Øregaard 

“Tað var alt samalt serstakliga flott, tá Sangleikurin Cabaret varð frumsýndur í gjár.  Sangur, leikur, tónleikur, búnar - og bygningur!  Glasir er altso annað enn ein byggigøla. Flottari kulissur kundi leikurin illa fingið.” - Sjúrður Skaale

“Stóra takk fyri upplivilsi  [...]. Einastandandi avrik av øllum luttakarum: sjónleikarum, sangarum, dansarum, tónleikarum – eitt risastórt 12-tal. [...] Hetta er tann leikur, sum ikki sleppur takið á tær, eftir at leiktjaldið er fallið. Hetta er tann leikur, har gaman og álvara veruliga ganga hond í hond ...” - Dorthe Pedersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo