Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd: Jón K. Joensen

Mynd: Jón K. Joensen

Mynd: Jón K. Joensen

Føroya Fimleikasamband: Leygardagin 11. mars verður seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík.

20 lið við nærum 180 íðkarum fara at kappast. Vinnararnir av seinnu steypakapping fáa heiðursmerki, og steypavinnararnir, liðini við flest stigum frá báðum steypakappingunum, fáa steyp handað. Liðini sum kappast eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Kappingin byrjar kl. 13.00 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.

Dyrnar lata upp fyri áskoðarum klokkan 12.00. Kappingin verður eisini stroymd, og leinki verður at finna á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum www.fimleikur.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo