Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Hann er vestanfyri og fiskar mest av hýsu og toski. Hann kemur at landað í vikuni. 10 frystilínuskip eru við Føroyar og eitt er við Ísland. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Streymurin harðnar sum vikan líður og veðurvánirnar eru vánaligar, so vit væntað ikki nógvan útróður. Kanska nakrir av teimum størru útróðrabátunum fara at gera onkran túrin.

Tveir djúpvatnstrolarar fiska tosk á Íslandsrygginum og ein er eystanfyri og fiskar mest av blálongu. Væntandi landa allir í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva og ein fiskar

Seks pør eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er smáligt, tó fáa teir okkurt brúkiligt hálið av og á. Nøkur pør koma helst at landa í vikuni.

Fýra trolbátar eru á Skeivabanka og tveir eru norðanfyri. Brúkiligt fiskarí á Skeivabanka, men smáligt norðanfyri. Teir á Skeivabanka fáa ein blanding av havtasku, toski, longu og hvítingi, meðan teir norðanfyri fáa mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er smáligt. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo