Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tvey stór ísfiskalínuskip og trý smærri eru til fiskarí undir Føroyum. Tey fiska mest hýsu og so nakað av toski, longu og brosmu.

- Vit rokna við at øll landa fyrst í vikuni, sigur Fiskamarknaður Føroya í síni meting fyri vikuna sum kemur.

Trý frystilínuskip eru við Ísland og tvey undir Føroyum.

- Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men batnar sum vikan gongur og veðrið verður eisini nakað umskiftandi, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri.

Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva, meðan hin fiskar stinglaks og annan djúpvatnsfisk. Helst landa báðir síðst í vikuni.

Eisini eru seks pør eru til fiskarí.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo