Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Søkt verður eftir námsfrøðingum og lærarum, tilsamans seks størv frá 1.august. Fýra eru føst og tvey eru tíðaravmarkað frá 1.august 2024 - 31.juli 2025.

Pallurin er eitt serskúlatilboð í Vágum, við eini eind í Sørvágs skúla og eini eind í skúlanum á Giljanesi.

Skúlatilboðið hoyrir undir skipanina um serflokk. Skúlatilboðið er eitt undirvísingartilboð, har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul. Málbólkurin er næmingar í fólkaskúlanum, ið ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. Skúlatilboðini eru staðsett í skúlunum fyri at tryggja, at næmingar í skúlatilboðunum eftir tørvi og førleika kunnu vera partur av bæði undirvísingarliga og sosiala partinum í gerandisdegnum í skúlanum. 

Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálv í samstarvi við allar partar. Í tøttum samstarvi við leiðsluna og foreldrini, er tilboðið nógvum næmingum at gagni.

Førleikakrøv
Tey, ið sett vera, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving og fólkaskúlalæraraútbúgving.

Okkum tørvar námsfrøðingar og lærara, sum:
• eru fyrikomandi og jaligir
• duga at samstarva í toymum og tvørtur um staðsetingarnar
• hava breitt menniskjasýni
• hava áræði at taka ábyrgd
• dáma avbjóðingar og duga at hugsa kreativt

Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er í Sørvágs skúla og í skúlanum á Giljanesi. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2. Setanarbrotið hjá læraranum er 1.0.

Námsfrøðingar verða løntir eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 11-20, 11-21. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv. Um umsøkjari við námsfrøðiligari útbúgving ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv frá 01.08.24 - 31.07.25. Setanarbrotið hjá námsfrøðinginum er 0.85.

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegi 13, 380 Sørvági – dania.niclasen@skulin.fo - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. juni 2024, kl. 12.00.

Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tlf. 233221 ella á t-post: dania.niclasen@skulin.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo