Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Brimheim.

Eivør.

Irene.

Jada.

Lucky Lo.

Briet.

Brimheim.

Eivør.

Irene.

Jada.

Lucky Lo.

Briet.

Danska superstjörnan Jada, íslendska popp prinsessan Bríet, hugtakandi finska songkvinnan Irene, föroyskt/danska gothpopp sensatiónin Brimheim, dansivinarliga svenska alt-popp navnið Lucky Lo og okkara egna diva Eivør, eru tey, ið vit í dag kunngera, sum ársins fyrstu növn á G!

Vit eru ómetaliga glað fyri, at kunna bjóða eitt so spennandi úrval í fyrstu slepping av növnum,

Jada
Jada hevur við síni stóru rödd, væl snaraðu popplögum og soulkenda R&B ljóði, sett seg til borðs við toppnövnunum í donskum tónleiki. Hennara hjartaligi og erligi tónleikaheimur skumpar undir mörk, genrur og rák. Hetta hevur skapt virðing fyri henni bæði úti og heima. Ummælarar og fjepparar eru á einum máli, Jada er framúr.

Jada hevur spælt á störstu festivalunum í heimlandinum og í november spældi hon eina stóra konsert í Royal Arena. Nú gleðir Jada seg til at spæla fyri tykkum á Götusandi, og um ummælini av framförsluni á Orange pallinum á Roskilde festivalinum í fjör eru eftirfarandi, so verður tað ein framförsla, ið er ein ’Historisk triumf' og 'Vanvittig imponerende!’ Í öllum förum er talan um eitt av hövuðsnövnunum í föroyska festivalsummarinum.

Bríet
Bríet er eitt tað fólkakærasta navnið á íslendska tónleikapallinum. Evnini at vinna hjörtuni hjá bæði ummælarum og áskoðarum eru eyðsýnd. Hetta hevur havt við sær útseldar konsertir, hópin av stroymingum og eina röð av viðurkenningum. Í 2021 vann hon heiðurin fyri ársins útgávu, besta sangara og besta teksthövund av íslendsku tónlistaheiðurslönunum.

Stóru hittini ’Esjan’, ’Fimm’ og ’Rólegur kúreki’ eru fólkaogn í heimlandinum, og nú byrjar umheimurin veruliga at varnast songkvinnuna. Nógv er, ið bendur á, at hon verður næsta íslendska navnið at leggja heimin fyri sínar fötur.

Irene
Ráur, sansaligur norðurlendskur listapoppur kallar onkur tónleikin hjá Irene, og tað er ivaleyst ikki heilt av lagi lýsing. Tí hetta er hugtakandi. Songkvinnan er eisini lýst sum finska kærleiksbarnið hjá Björk, Fever Rey og Kate Bush.

Hon gjördi fyrstu ferð vart við seg í 2017, við staklagnum ’Keep on Walking’. Hon skrivar hugvekjandi, djúpar tekstir og ger lög, ið gamaní eru listarlig, men sum eisini hava stóra poppdygd.

Í 2022 gjördi Irene veruliga vart við seg, tá ið hon skrivaði tónleikin til heimildarröðina ’Untold Arctic Wars’.

Okkara bókingartoymi fall fyri Irenu, tá ið tey hoyrdu hana á konsert. Hennara framförsla var innilig, rörandi og vælljóðandi, og vit máttu bjóða henni á G!,fyri at tit eisini skulu sleppa at uppliva hennara hugtakandi tónlistarliga heim.

Brimheim
Brimheim er eitt av mest spennandi rokknövnunum á danska tónleikapallinum. Fyrsta heildarútgávan, ’I Can't Hate Myself Into Another Shape’ er ein av mest ummælararóstu útgávunum í Danmark seinasta árið. Útgávan er persónlig og bersögin, men hon er eisini góðir sangir og góður rokkur.

Brimheim er umframt Helenu ein væl samanspældur ungur bólkur, ið seinasta árið hevur fingið alsamt störri pallroyndir.

Brimheim hevur ferðast víða um við sínum tónleiki, og hevur m.a. umboðað Föroyar á stórum ídnaðarfestivalum, sum Iceland Airwaves, By:Larm og Euro Sonic.

Á Faroese Music Awards í 2022 var Brimheim stóri vinnarin, og nú Gaffa hevur avdúkað tilnevningarnar til ársins Gaffa heiður, hevur Brimheim möguleika at vinna seks ymiskar heiðurslönir.

Lucky Lo
Svensk/danska Lucky Lo finnur íblástur í fólkatónleki, svenskum poppi og bulgarskum og japanskum tónleiki, og alt hetta ger blandið, ið er ljóðmyndin hjá Lucky Lo,.

Hetta er alt-poppur, litfagur, erligur, kensluborin og ektaður tónleikur, ið flytir seg millum tað dansivinarliga og tað inniliga, altíð borin av hesi somu röddini við so nógvari dýpd og inniligheit.

Fyrsta útgávan hjá Lucky Lo ’Supercarry’ kom út í mars í fjör, og síðani tá hevur bólkurin ferðast kring Danmark við tónleikinum.

Lucky Lo er ein bólkur, ið ummælararnir hava róst til skíggja og sum ferð eftir ferð hevur víst á palli, at tey liva upp til stóru orðini. Vit eru tí serstakliga glað fyri, at hava fingið bólkin hendan vegin.

Eivør
Tá ið Eivør í 2002 stóð á odda fyri Clickhaze á allar fyrsta G! festivalinum, á allar fyrsta föroyska tónleika festivalinum. Mundi tað vera tey fægstu, ið spáddu, at vit tjúgu ár seinni hövdu hugtakið ’föroyska festivalsummarið’.

Henda góðveðurdag á einum palli bygdum av plattum og sandi byrjaði ein kærleikssöga millum Eivør og G!.

Vit eru glað, at hendan kærleikssögan í ár fær enn eitt kapittul.

Eivør og G! hoyra saman, og vit eru tí aftur í ár errin av, at ivaleyst Föroya kendasta og best dámda songkvinna Eivør er á skránni. Eivør elskar G! og G! elskar Eivør.

Sum í öllum góðum kærleikssögum er týdningarmikið, at mann heldur . Tað er ongantíð ein trupulleiki við Eivør, tí sum listakvinna hevur hon altíð dugað at endurnýggja seg og mennast.

Seinastu árini eru konsertferðirnar út í heim störri og drúgvari. Eivør ferðast við sínum vælspælandi bólki um allan heimin. Tey koma tí á G! Í toppformi og hendan kærleikssögan fær enn eitt kapittul - vælkomin heim, Eivør.

Brimheim.

Eivør.

Irene.

Jada.

Lucky Lo.

Briet.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo