Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vørn: Stutt eftir midnátt fekk MRCC boð um at neyðrakettir og neyðbluss vóru sæddar av fólki í Hvalba og Sandvík, og at ein bátur sum var væntandi úr Havn, ikki var komin fram. MRCC sendi beinanvegin boð eftir bjargingartyrluni, bjargingarbátinum Royndini hjá Suðuroyar Norðara bjargingarfelag, Vædderen og Brimli at leita.

Kl. 00.50 komu tyrlan og Royndin fram á ein gummibát út fyri Sandvíksfles við einum manni í. Hetta var einsamalli maðurin úr saknaða bátinum, sum var farin at leka og var sokkin. Royndin bjargaði manninum umborð og sigldi mann og gummibát til lands. Maðurin hevur tað gott eftir umstøðunum.

Fartelefonin var útbrend. Men til alla lukku hevði maðurin sagt frá at hann fór úr Havn til Hvalba og hevði neyðrakettir, neyðbluss og bjargingarbát umborð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo