Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í dag klokkan 17 fara skoramenn at selja kjøt av seyði sum hevur gingið í skorunum. Uppboðssølan verður í Heygatúni, og øll eru vælkomin at bjóða, siga skoramenninir.

- Øll eru vælkomin til eina hugnaliga løtu, fletting og reyp. Okkurt gott verður at fáa til bæði vaksin og børn, lova teir. Sámal Ravnsfjall kemur eisini, og hann fer at syngja fyri teimum sum eru komin at bjóða ella hyggja at ímeðan onnur bjóða.

Skorakjøtið í Vestmanna er tiltikið gott kjøt, og tað er ikki óvanligt, at boðið verður heilt fitt fyri kjøtið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo