Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
Tiltøk

Majbritt Skov, sum hevur framløguna mánadagin. Pápi hennara er kunoyingur

Majbritt Skov, sum hevur framløguna mánadagin. Pápi hennara er kunoyingur

Majbritt Skov, sum hevur framløguna mánadagin. Pápi hennara er kunoyingur

Í sambandi við at Deloitte Economics hevur gjørt eina frágreiðing um framtíðarútlitini fyri føroyska bústaðarmarknaðin verður bjóða inn til seminar í Auluni á Finsen mánadagin 23. februar 2026 frá klokkan 8:30 til 11:30. Á seminarinum verða niðurstøður og tilmælir í frágreiðingini løgd fram, umframt at tað verður skipa fyri panelkjaki um bústaðarmarknaðin við støði í framløguni. 

Ein vælvirkandi bústaðarmarknaður er týdningarmikil fyri vøkstur og menning í einum samfelagi. Tí skulu haldgóðar loysnir finnast á ójavnvágini á føroyska bústaðarmarknaðinum, har útboðið av bústøðum ikki hevur megnað at fylgt við vaksandi eftirspurninginum, ið stavar frá tilflyting, hægri inntøku og broyttum bústaðar­ynskjum.

Frágreiðingin er gjørd av Deloitte Economics, og er fíggjað av LÍV, Tórshavnar Kommunu, Betri Banka, Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag. Ábyrgdina av innihaldinum í frágreiðingini hevur Deloitte Economics, og verður tað Majbritt Skov, ábyrgdarhavandi partnari í Deloitte, sum hevur framløguna í Auluni mánadagin. Umboð fyri nevndu stovnar luttaka í panelkjakinum eftirfylgjandi. 

Fyribils skrá

  • 08.00-08.50: Koma og morgunkaffi.

  • 08.50-09.00: Vælkomin v/ Elsu Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Majbritt Skov, partnari og høvuðsbúskaparfrøðingur í Deloitte.

  • 09.00-09.20:  Greining av føroyska bústaðarmarknaðin v/ Margit Stórá, landsstýriskvinna í bústaðarmálum

  • 09.20-10.00: Framløga av frágreiðingini v/Majbritt Skov.

  • 10.00-11.00: Kjak um framtíðar bústaðarmarknaðin. Eisini verður møguleiki at seta spurningar. Elsa Berg og Torbjørn Jacobsen luttaka. Johnny í Grótinum er orðstýrari.

  • 11.00: Samandráttur og takk fyri í dag.

Tíð og stað:

  • Mánadagin 23. februar 2026

  • Klokkan 8.30-11.30.

  • Aulan í Finsen

Spurningar um frágreiðingina kunnu sendast til Majbritt Skov á maskov(at)deloitte.dk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #