Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Tá samráðingarnar við tey fimm arbeiðarafeløgini byrjaðu í apríl, samráddust øll arbeiðarafeløgini saman. Men sum samráðingarnar gingu komu boð um, at arbeiðarafeløgini vóru farin sundur í tveir bólkar, og Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki longur var partur av samráðingunum hjá hinum fýra feløgunum.

Samstundis sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur samráðst við tey fýra feløgini Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag saman, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini ført samráðingar við Havnar Arbeiðskvinnufelag fyri seg.

Mánakvøldið var semingsstovnin tilkallaður, eftir at Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fýra feløgini máttu ásanna, at ov langt var millum partarnir til at finna eina semju um nýggjar sáttmálar. Eftir at hava tosað við partarnar longdi semingsstovnurin sáttmálarnar til mánakvøldið 23. mai á midnátt.

Samráðingarnar við Havnar Arbeiðskvinnufelag hildu tó fram, men í dag varð semingsstovnurin tilkallaður. Semingsstovnurin hevur somuleiðis longt sáttmálarnar á hesum sáttmálaøkinum eina viku.

Avtala um fráboðanarfreist
Um sáttmálarnir fara úr gildi ber til hjá pørtunum at lýsa arbeiðssteðg sambært avtaluni um fráboðanarfreist. Avtalan sigur, at ein møguligur arbeiðssteðgur skal fráboðast við í minsta lagi 48 tímum og kann ikki fráboðast, fyrrenn sáttmálarnir eru farnir úr gildi, og semingsstovnurin er givin við semingsroyndum sínum.

Ein møguligur arbeiðssteðgur kann soleiðis í fyrsta lagi byrja hósdagin 26. mai á middegi fyri sáttmálaøkið hjá Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og í fyrsta lagi leygardagin 28. mai á middegi fyri sáttmálaøkið hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo