Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskimálaráðið: Føroyar og Noreg hava 7. desember gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2023. Hóast toska- og hýsukvotan í norskum sjógvi lækkar munandi komandi ár, vóru londini sinnað at varðveita núverandi støði í avtaluni.

Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi í 2023 verða 4.945 tons av toski, 1.100 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum. Hetta eru óbroyttar kvotur í mun til 2022.

Norsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2023 vera eisini óbroyttar í mun til 2022. Kvotan av longu og blálongu verður 3.000 tons, og kvotan av brosmu verður 1.500 tons. Kvotan av øðrum fiskasløgum verður 800 tons. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum, verður eisini óbroytt 6.600 tons.

Umframt kvotabýtið fáa føroysk skip atgongd at fiska tosk og hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Russland, í norskum sjógvi. Føroyar kunnu samanlagt flyta 6.250 tons av botnfiskakvotuni í Russlandi í norskan  sjógv at fiska. Talan er um eina øking á 2.260 tons í mun til í 2022. Afturfyri verður norska atgongdin at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í 2023 50.000 tons. Hendan atgongdin var 31.920 tons í 2022.

Noreg var vertur fyri samráðingunum hesaferð, og vóru samráðingarnar hildnar í Oslo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo