Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nýggi sendimaðurin til Ísraels verður kunngjørdur fyrst í komandi viku, sigur Jenis av Rana, uttanríkismálaráðharri, tá ið VP spyr.

Men Jenis av Rana vil ikki siga nú, hvør tað er, sum verður settur. Ikki annað enn, at viðkomandi sum var spurdur, hevði givið játtandi svar.

Kringvarpið skrivaði í gjár, at umsitingin í Uttanríkismálaráðnum skuldi kanna, um umsóknirnar, sum komu í fjør, kundu brúkast aftur nú ella, um starvið skuldi lýsast leyst.

Niðurstøðan var, at umsøkjararnir, sum vórðu innstillaðir í fjør, men ikki fingu starvið, skulu spyrjast fyrst, og tað er so gjørt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo