Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavn.fo: Sett varð i gongd úti við gamla Velbastaðvegin stutt eftir middag í dag. Og hóast smávátt var lagið av tí allarbesta og tiltakið endaði sum eitt av teimum stuttligastu nakrantíð av slagnum.

Borgarstjórin var mitt í rokanum og fekk 3 minuttir til at heilsa fjøldini. Hann greiddi stutt frá, at orsøkin til, at vit hava eina litrenning í Havn í dag er, at ein partur av útbúgvingini innan tænastubúskap á Glasi er at læra at fyriskipa stórum tiltøkum frá byrjan til enda.

Tí kom hugskotið til at fyriskipa Colour Run í Føroyum, sum er roynt í øðrum londum. Tí vilja vit menna Føroyar sum ferðavinnuland og økja um tænastustøðið, er neyðugt at útbúgva fólk á einum høgum støði í tøttum samstarvi við vinnuna.

- Vit hava nógv at bjóða, og tað er avgerandi, at vit varðveita fólk við førleikum í Føroyum. Haraftrat eru hesar útbúgvingar stovnaðar fyri at menna Føroyar sum tænastu- og upplivingarland. Í tænastubúskapi verður býtt javnt millum ástøðiliga vitan og verkligar royndir við verkætlanum í tøttum samstarvi við vinnuna og stovnar.

- Tað krevur altíð dirvi at tora at skipa fyri stórum tiltøkum, sum ongantíð eru roynd áður - serliga at fyriskipa uttanduratiltøkum í okkara svikaliga veðurlagi. So tá fyrireikararnir komu oman á mína skrivstovu at greiða frá og tosa um samstarv við kommununa, so vildu vit sjálvsagt stuðla.

- Vit í kommununi vilja fegin sameina heilsu og trivnað í tílíkum átøkum, ið eru til gagns fyri bæði børn og vaksin, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum rópti eitt trífalt livi fyri fyrireikarunum áðrenn talt varð niður til renningina.

Til ber at síggja allar myndirnar á síðuni hjá Tórshavnar kommunu á Facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo