Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Hesaferð var ítróttardagurin hildin við Djúpumýru í Klaksvík, og var tað serbreytin hjá Tekniska skúla í Klaksvík ið skipaði fyri.

Fleiri enn 30 næmingar luttóku í ítróttardegnum ið byrjaði við morgunmati í ítróttarhøllini.

Síðani var byrjað uppá kroppsligu aktivitetirnar, ið vóru upphiting, kappgongd, kapprenning, styrkikapping og forðarenning.

Eftir døgurða var hildið fram við postarenning, og var Parasport ferðasteypið latið vinnarunum, ið hesuferð var serbreytin á Glasi

Hetta er annað árið at tiltakið er, seinast var tað á Svangaskarði.

Ein frálíkur dagur við Djúpumýru, har sólin kagaði fram, og øll tyktust hugna sær.

Fleri myndir kunnu síggjast - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo