Spard króna er vunnin króna
- Gírigur McKvagg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Tjóðsavnið: Uppliv ein spennandi og týðandi kapittul í maritimu søgu føroya - fyrstu ferð á Mentanarnáttini 1. juni 2018

Framsýningin letur upp í Finsen í dag kl. 17.

Í sambandi við upplatingina greiðir Erland Viberg Joensen, savnsvørður frá forkunnugu lutunum og framsýningini.

Framsýninign heldur fram í Finsen til 10. juni og verður síðani flutt niðan í føstu framsýningina í Brekkutúni í Hoyvík, har hon verður til 15. september.

Í slupptíðini vóru seglmakarar úti um alt landið har skip vóru. Um vetrarnar seymaðu og umvældu menn segl á seglloftum. Ein teirra, sum fekk sær hetta maritima yrkið sum vinnuveg, var Niels Nielsen, Niels í Heiðunum (1885-1974). Hann var fiskimaður, skiparalærdur, og giftist til Havnar. Kona hansara, Anna Maria, Mia, fødd Arge, var eisini kend fyri at seyma føroysk fløgg til fiskiskip undir krígnum, og helt fram at seyma fløgg inn í 1960-árini.

Ein sonur teirra var Leivur (1925-91). Hann fór í læru sum seglmakari hjá pápanum í 1945, og gjørdi sveinastykkið í København í 1948. Tað var nóg mikið at gera, segl og presendingar og annað.

Seglvirkið hjá Nielsi og Leivi varð sett á stovn í 1949 sum partafelag, og feðgarnir seymaðu segl heima í kjallaranum í Tórsgøtu. Fleiri synir Miu og Niels dugdu at seyma segl. Leivur var helst tann seinasti seglmakarin í Havn, men bróðursonurin Høgni Nielsen lærdi eisini til seglmakara, og varð útlærdur í 1970. Tá seymaði Niels í Heiðunum framvegis.

Niels í Heiðunum gekk undan at stovna Sluppgrunnin í 1962. Grunnurin keypti Westward Ho í 1967 frá fyritøkuni T.F. Thomsen á Tvøroyri. Niels var fyrsti formaður í stjórnini. Niels og Leivur áttu nógvar tímar umborð á Westward Ho, og vóru uppií at varðveita og seta sluppina í stand.  

Fyri nøkrum árum síðani fekk Tjóðsavnið alt tað, sum var á Seglvirkinum. Svanhild Nielsen, einkjan eftir Leiv, hevði Seglvirkið í sínari varðveitslu, og sá til, at savnið fekk alt í varðveitslu og til ognar.

Tað er ikki smávegis av gripum, amboðum og útgerð. Seglbeinkir, kósir, blokkar, seymimaskinur, saksar, passarar, mátibond, nálir og eskjur, bíleggingarbøkur, tekningar og uppmátingar av seglum, seglkort, bøkur o.a.m.      

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo