Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var ikki sørt ørkymlandi at staðfesta, at hóast nýggja landsstýrið sigst hava framskrivað meginpartin av fíggjarlógaruppskotinum frá farna landsstýri, so hevur nýggja landsstýrið valt at minka serlæknapuljuna frá upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum á 6,5 mió kr. til 2,8 mió kr í verandi uppskoti.

Játtanin “Avseting til serlæknar” ella sokallaða serlæknapuljan hevur seinastu árini verið eitt gott amboð at nýta í royndini at fáa serliga føroyskar serlæknar heim til Føroyar at virka í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Játtanin hevur gjørt tað møguligt at hava ítøkilig fíggjaði størv at bjóða serlæknum, tá høvið býðst.

Okkara lítla heilsuverk er so viðbrekið, at tað ger stóran mun, um tað eydnast ella ikki eydnast at fáa “lokkað” ein serlækna heim.

Kappingin um væl útbúnar serlæknar er stór í londunum kring okkum.

Men vit hava hóast alt ein fyrimun, at føroyskir serlæknar kunnu leingjast heim, og tá er týdningarmikið at til ber at lofta hesum fólkum, ið koma at gera stóran mun í okkara undirmannaða sjúkrahúsverki.

At minka serlæknapuljuna er fullkomiliga skeivt signal at senda frá okkara myndugleikum.

Heilt ítøkiliga kann longu nú staðfestast, at verður játtanin 2,8 mió sum ætlað í verandi uppskoti, so eru teir pengarnir longu markaðir til serlæknar, ið eftir ætlan koma at byrja í vár.

Tvs., so er einki eftir, um t.d. ein føroyskur serlækni vísir áhuga í summar at koma heim til Føroyar at virka sum fastur serlækni – tí eingin fígging er at lofta einum tílíkum í einum nýggjum starvi.

Ei heldur ber til at søkja eftir nýggjum serlæknum at manna nýggj átrokandi størv.

Tað má og skal vera eitt ávíst rúm í okkara skipan fyri, at sjúkrahúsverkið hevur pening til at bjóða fólkum heim at virka.

Tað eru so nógv serlæknaøki, ið hava tørv á fleiri serlæknum. Um vit bara missa ein á gólvið, tí viðkomandi heldur fer aðrar leiðir, so kann tað gera óbótaligan skaða fyri serøkið í áratíggju fram. So smáum marginalum verður arbeitt við.

Og skulu vit veruliga seta ferð á at tryggja øllum føroyingum útgreining og viðgerð innan t.d. 30 dagar, so er at minka serlæknapuljuna beinleiðis í andsøgn við tað.

Ein góð og skjót útgreining fyri krabbamein, har hvør borgari í Føroyum fær eins góða atgongd til serliga útgreining, kemur at krevja fleiri serlæknar í flestu serøkjum, tí útgreiningin verður framd í alskyns serøkjum við alskyns serlæknum. Tað er ikki fyrr enn ein møgulig krabbameinsdiagnosa er sett, at krabbameinslæknar taka yvir.

Men møguliga vilja myndugleikarnir heldur, at vit skulu senda enn fleiri føroyingar av landinum at verða útgreinaðir – at lækka serlæknapuljuna bendir í øllum førum á tað.

Serlæknafelag Føroya
Jan Rasmussen
Formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo