Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á Fyrispurning nr. 005/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um átøk í Krabbameinsætlanini, frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Nær er ætlanin at seta screening fyri tarmkrabba í verk?
2. Nær er ætlanin at víðka um bróstkrabbascreeningina?
3. Eru nøkur átøk í nýggju Krabbameinsætlanini sett í verk?

Svar:
Til spurning 1

Millum tey 69 tilmælini í krabbameinsætlanini, sum varð handað í apríl í ár, verður sum nakað nýtt mælt til, at screening fyri tarmakrabba verður sett í verk. Í ætlanini verður m.a. víst á, at ein tílík screening millum annað fer at hava við sær munandi fleiri koloskopikanningar, har tað frammanundan eru kapasitetstrupulleikar í dag. Tí verður tað mælt til, at tað í fyrstu syftu verður settur ein arbeiðsbólkur til at fyrireika tilboðið og gera eitt nágreiniligt tilmæli um, hvat krevst fyri at fara undir tílíka screening í Føroyum.

Landsstýrismaðurin tekur undir við tilmælinum um at fara undir eina tilgongd við at skipa eina tarmscreening í Føroyum, og fer í heyst at seta ein arbeiðsbólk til at fyrireika tilboðið og gera eitt nágreiniligt tilmæli um, hvat krevst fyri at fara undir tílíka screening í Føroyum. Í ætlanini verður mett, at ein tílík screening í Føroyum kann verða sett í verk í 2023 ella 2024. Tað er torført at seta ítøkiligt árstal á, fyrr enn tað fyrireikandi arbeiðið er gjørt.

Til spurning 2 og 3
Skjøtul er settur á arbeiðið við at seta ymisk tilmæli í ætlanini í verk.

Landsstýrismaðurin setti sær fyri at fáa boð uppá spurningin um viðgerðartrygd í sambandi við arbeiðið við krabbameinsætlanini. Tilmælið um hetta í nýggju krabbameinsætlanini er at fáa lógarfest viðgerðartrygd fyri krabbameinssjúkur. Eftir tilmælinum skal mest loyvda bíðitíðin til bæði útgreining og viðgerð fyri krabbamein ásetast í lóg, og lógin skal eisini tryggja, at sjúklingurin fær tilboð um ávísing til útgreining og viðgerð privat ella uttanlands í tann mun, føroyska sjúkrahúsverkið ikki fær hildið lógarfestu freistirnar. Landsstýrismaðurin hevur sett sær fyri at fáa lagt eitt lógaruppskot fram í hesi tingsetuni um hetta.

Sambært krabbameinsætlanini eigur tað at raðfestast høgt at fáa sett eitt tvørfakligt Krabbameinsráð, ið hevur til uppgávu at geva landsstýrismanninum eina breiða fakliga ráðgeving á krabbameinsøkinum og skal viðvirka til eina gagnliga og støðuga dygdarmenning av økinum, m.a. við at ráðgeva hvussu tilmælini í krabbameinsætlanini verða sett í verk. Hetta ráð verður væntandi sett í næstum.

Tá ráðið er sett og farið til verka, fer landsstýrismaðurin at taka málið upp um at dagføra og víðka um verandi screeningar í heilsuverkinum. Í hesum sambandi verður hugsað um bæði bróstscreening og screening fyri lívmóðurhálskrabba.

Onnur tilmæli eru eisini ávegis at verða sett í verk. Sum dømi kann nevnast, at landsstýrismaðurin hevur raðfest tilmælið um at fáa sett ávikavist ein sálarfrøðing og ein kliniskan sexolog í fast starv í Sjúkrahúsverkinum. Tað er nú avklárað, hvussu starvsfólkini skulu organiserast, og lýsingarnar eru klárar til at fara út í næstum. Eisini kann nevnast, at arbeitt verður við at fáa til vega nýggjan CTskannara til Landssjúkrahúsið, sum eisini er í samsvar við tilmæli í ætlanini. CT-skannarin er í útboð í løtuni.

Landsstýrismaðurin hevur eisini raðfest at fáa bíðitíðina til MR-skanningar niður á Landssjúkrahúsinum. Verður farið til byrjanina av 2019, var bíðitíðin til at sleppa til eina MRskanning umleið 6 vikur, ið varð mett at verða ov long tíð til eina tílíka skanning. Tað vórðu 250tús. kr. játtaðar til hetta økið í 2020 og aftur 500 tús. kr. í 2021, soleiðis at MR skannarin var opin fýra kvøld um vikuna. Tað er eydnast at fáa bíðitíðina burtur, soleiðis at tað í dag ikki er bíðitíð til MR-skanningar. Hetta hevur m.a. týdning, tá ið tað til dømis viðvíkur útgreining av krabbameinssjúklingum.

Annars er skipanin soleiðis, at ávísingar til MR- og CT-skanningar verða visiteraðar á sjúkrahúsinum, dagin eftir tær eru komnar inn, og raðfest verður, nær kanningarnar skulu gerast. Er talan um akuttar kanningar, verða tær gjørdar beinanvegin, meðan planlagdar kanningar verða gjørdar eitt sindur longri fram í tíð.

Sambært tí evropeisku krabbameinsætlanini frá 2021, sum víst verður til í krabbameinsætlanini, kann fyribyrging og broyttur lívsháttur skarva heili 40 prosent burtur av øllum krabbameinstilburðum. Landsstýrismaðurin metir í hesum sambandi, at fyribyrgingararbeiði eigur at raðfestast hægri í Føroyum, og hevur tí tikið avgerð um, at tilmæli í ætlanini um at orða eina nýggja fólkuheilsuætlan, sum leggur dent á sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk sum heild, verður tikið til eftirtektar. Arbeiðið við fólkaheilsuætlanini verður sett í gongd í heyst.

Seinnu árini hevur landsstýrismaðurin eisini raðfest at fáa sett fleiri serlæknar í starv í Sjúkrahúsverkinum. Serlæknar eru settir innan eina røð av sergreinum, og fleiri eru ávegis, sum eisini koma krabbameinssjúklingum til góðar. T.d. er avtala gjørd um, at ein serlækni innan nýrasjúkur og ein serlækni innan tarmsjúkur verða settir afturat seinni í ár.

Heilsumálaráðið, 16. august 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo