Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mentan

Í morgin, sunnudagin 20. novembur kl. 11, luttekur Føroyska Bíbliufelagið á gudstænastuni í Glyvra kirkju, har Jógvan Fríðriksson biskupur prædikar og Bergur D. Joensen hevur gudstænastuna. Kunnað verður um Bíbliufelagið og høvið verður at hitta stýrið aftaná gudstænastuna.

Føroyska Bíbliufelagið er felagskirkjuligur felagskapur, við umboðum úr flestu kirkjum og samkomum í Føroyum. Endamálið er at útgeva og útbreiða Bíbliuna og bíbilskt tilfar, til allar føroyingar, so øll skulu hava møguleika at lesa Bíbliuna. Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað av stuðlum og gávum.

Í løtuni arbeiðir Bíbliufelagið við nýggjari Bíbliuútgávu, sum Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur og David Johannesen hava umsett. Hetta er fyrsta bíbliuumsetingin úr grundmálunum, síðani 1961. Arbeitt verður eisini við at endurskoða Nýgga Sáttmálan, ið er gerandismálsútgáva av nýggja testamenti.

Sum nakað heilt nýtt, er Spírar, ið ger talgilt barnartilfar á føroyskum, nú eisini partur av Bíbliufelagnum. Her er nógv spennandi í ger, so øll føroysk børn, kunna síggja gott føroyskt tilfar á netinum. Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuútgávu í øðrum londum, so hesi kunna lesa Bíbliuna á sínum egna máli. Stuðul verður m.a. veittur til sjónvarpsrásina Sat 7, ið ger kristiligar og útbúgvandi sendingar, ið síggjast í stórum parti av Miðeystri.

Meiri fæst at vita um Bíbliufelagið á www.biblia.fo ella ringja á 787826. *0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo