Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ikki við mýkindum, at Høgni Midjord leggur eftir mær og býráðsmeirilutanum, nú ein av dagstovnunum skal hava nýggjan leiðara.

Og sum uppstillaður á javnaðarlistanum til býráðsvalið skammast hann nú, tí at kommunusamgongan ikki hevur hildið lyftið um at raðfesta dagstovnaøkið.

Høgni eigur at fylgja betri við. Serliga um hann ætlar sær at gerast kommunalpolitikkari. Ein ivast stórliga í kompetansuni, tí sum foreldraumboð átti hann eisini at havt betri innlit.

Sjálvandi er harmiligt, at dagstovnurin, har børn hansara ganga, hevur skift leiðara nakrar ferð síðstu árini. Ikki øll hesi skift hava nakran dramatikk í sær, sum hann roynir at geva mynd av.

Tað er til dømis ein gleðilig støða, at eisini ein dagstovnaleiðari á hesum stovni kann fara í barnsburðarfarloyvi, sjálvt um tað merkir, at annar fyribilsleiðari skal setast fyri tíðarskeiðið.

At pedagogar leita sær onnur lagaligari og kanska betri lønt arbeiði, er bara ein sannroynd.

Loysa ikki starvsfólkatrotið einsamøll
Eitt leiðaraskifti kann vera keðiligt fyri starvsfólkini, eins væl og fyri foreldrini og børnini á stovninum. Uppgávan hjá kommununi er at seta nýggjan dugnaligan leiðara, so at stovnurin koyrir trygt og gott víðari. 

Men einki er at ivast í, at nógvir dagstovnaleiðarar kenna arbeiðið tungt, tá ið so stórur partur av tíðini fer til at søkja eftir fólki, heldur enn at brúka tíðina uppá at leiða námsfrøðiliga virksemið.

Starvsfólkatrot er ein verulig avbjóðing, sum ikki loysist av kommununi einsamallari.

Júst henda kommunusamgonga, sum Høgni stillaði upp fyri, hevur framt tey størstu frambrotini á dagstovnaøkinum nakrantíð, men Høgni hevur kanska ikki fylt so væl við.

Tað verður hann noyddur til, um hann ætlar at stilla uppaftur til býráðið.

Besta normering í landinum
Ein sannroynd er, at í dag hevur dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu eina ta bestu normering í landinum, um ikki ta bestu.

Beint sum vit tóku við, hækkaðu vit normeringina við 10 milliónum til fyrireikingartíð, sum samstundis tryggjar, at børnini fáa normeraðu tímarnar á stovuni.

Hetta er størsta einstaka uppnormeringin nakrantíð bæði fíggjarliga og fakliga.

Harumframt hava vit lætt um hjá stovnsleiðarunum soleiðis, at leiðarin ikki longur skal hugsa um lønarkostnaðin, tá ið fólk verða sett ella arbeiðsætlan løgd, tí leiðarin stýrir eftir normeraðu tímunum, ikki eftir pengunum.

Og nú frá 1. januar 2023 er játtanin til rakstur hjá stovnunum eisini økt, og hetta er eisini fyrstu  ferð, at mann veruliga hevur eftirkannað útrokningargrundarlagið. Alt hetta er gjørt saman við umboðum fyri stovnarnar.

So veruleikin er, at ongantíð hevur dagstovnaøkið verið so høgt raðfest í Tórshavnar kommunu, sum nú.

Politisk agenda?
Tá tað alt er sagt, so skilji eg ikki persónliga álopið og útspillingina frá Høgna, og heldur ikki útspillingina av Javnaðarflokkinum, sum hann er partur av.

Hann gekk altráur at sleppa uppá listan hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið. Eg veit ikki, hvør agendain var, men tætt uppundir valið funnu vit útav, at hann var organiseraður í og stóð á limalistanum hjá Tjóðveldi.

Hann koyrdi eisini sítt egna valstríð og fór út og lovaði at seta í verk ognarskatt. Hesum mátti flokkurin sjálvandi avvísa, tí Javnaðarflokkurin gongur ikki inn fyri ognarskatti.

Tað kundi bent á, at Høgni ongantíð er komin úr Tjóðveldi. Og tað kundi bent á, at aggið stingur djúpari enn trupulleikarnir á dagstovnaøkinum.

Nú hann mælir fólki frá at flyta til Havnar, tí tað er so ringt at búgva í Havn, so kunnu vit bara enn einaferð staðfesta, at tað er ringur fuglur, ið drýtur í egið reiður. Í so máta taki eg synd í honum, men vóni, at alt fer at laga seg til tað besta.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo