Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna hevur nú sett í verk størstu kanning av sínum slag av eldraøkinum í kommununi. Hvussu nøgd eru tey, ið fáa tænastur frá kommununi, og hvussu er trivnaðurin millum teirra, ið arbeiða á eldraøkinum í kommununi? Hetta verða hundraðtals brúkarar, avvarðandi og starvsfólk spurd um komandi dagarnar.

Spurnabløð eru send send út umvegis antin teldupost ella við Posta til borgarar, avvarðandi og starvsfólk á eldraøkinum.

Tað er fyritøkan Lóður, sum stendur fyri kanningini, og øll, sum luttaka, eru dulnevnd. Úrslitini verða greinað samlað, og møguligt er ikki at síggja, hvat hvør einstakur borgari, búfólk, avvarðandi ella hvørt einstakt starvsfólk hevur svarað.

Kristianna Winther Poulsen forkvinna í Heilsu- og eldranevndini heitir vinarliga á fólk um at brúka møguleikan at svara spurnabløðunum. Tað er sera umráðandi fyri Tórshavnar kommunu, at borgarar, avvarðandi og starvsfólk brúka møguleikan at siga sína hugsan um kommunalu tilboðini og arbeiðsviðurskiftini á eldraøkinum. Jú fleiri, ið svara, jú betri verður grundarlagið at meta um støðuna á økinum og hvat kann gerast fyri at betra um tænastuna.

Kanningarnar eru liður í arbeiðinum at framtíðartryggja eldraøkið í kommununi, og úrslitini verða partur av grundarlagnum, tá avgerðir verða tiknar viðvíkjandi eldraøkinum frameftir.

Nøgdsemiskanningar
Borgarar, sum fáa tænastur og tilboð frá Heilsu og umsorganartænastuni hava fingið spurnablað við Posta, og komandi dagar fáa búfólk á sambýlum og ellis - og røktarheimum vitjan av fólki, sum fara at hjálpa teimum at svara spurnarbløðum um nøgdsemið við ymisk viðurskifti á búplássunum.

Fólk, sum luttaka í opnu venjingar - og dagtilboðunum fáa eisini møguleika at svara spurnablaði um nøgdsemið við hesi tilboð umvegis teldupost.

Avvarðandi hjá fólki, sum fáa tænastur og búpláss verða eisini biðin um at luttaka í kanningini.

Avvarðandi, sum eru 75 ár og eldri, fáa spurnablað við Posta og avvarðandi, sum eru yngri enn 75 ár, fáa teldupost og møguleika at svara talgilt.

Avvarðandi hjá borgarum, sum luttaka í opnu venjingar- og dagtilboðunum, luttaka ikki í kanningini.

 Trivnaðarkanning millum starvsfólk
Samstundis hava starvsfólk møguleika til at siga sína hugsan um, hvussu tey trívast í starvinum. Hvørji viðurskifti eru tey nøgd við, hvørji eru tey minni væl nøgd við, og hvørji viðurskifti tørva ábøtur, skulu tey framhaldandi trívast og arbeiða á eldraøkinum. Hetta eru umráðandi spurningar at lýsa í royndunum at tryggja nóg stóran og væl kvalifiseraðan starvsfólkahóp í framtíðini. Av tí sama eisini umráðandi, at luttøkan í kanningini er høg.

Starvsfólk fáa teldupost við spurnablaðnum og svara talgilt.

 Spurningar
Spurningar viðvíkjandi nøgdsemiskanningunum kunnu sendast við telduposti til nogdsemiskanning(at)torshavn.fo og spurningar viðvíkjandi trivnaðarkanningini kunnu sendast við telduposti til trivnadarkanning(at)torshavn.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo