Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroysku sethúsaprísirnir lækkaðu í øðrum og triðja ársfjórðingi, men miðalprísurin higartil í ár er ikki lægri, enn miðalprísurin var í fjør.

Tað skrivar Landsbankin.

Serstakliga í Tórshavn er prísurin á bústøðum farin nógv upp. Miðalprísurin er nú omanfyri 3,5 mió. kr.

Hesin prísvøkstur stavar fyrst og fremst frá stórum eftirspurningi í mun til útboðið, ið millum annað kemur av stóra fólkavøkstrinum í Føroyum, og harumframt hevur búskaparvøksturin og lága rentustøðið tey seinastu árini ein leiklut.

Ein partur kann tó eisini stava frá, at Bygningskunngerðin frá 2017 er sett í gildi, ið millum annað setur krøv til bjálving, ið er við til at dýrka byggiprísin á nýggjum húsum.

Sethúsaprísirnir lækkaðu í øðrum og triðja ársfjórðingi í 2022, men miðalprísurin higartil fyri 2022 er ikki lægri, enn miðalprísurin var í 2021. Tó siga húsameklarar frá, at tað nú tekur longri tíð at selja húsini. Ein lækking í sethúsaprísunum kann hava við sær, at húsarhaldini gerast meira varin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo