Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar Kommuna: Føroyski parturin av mentanarnáttini í Reykjavík, sum íslendingar kalla menningarnótt, varð skotin í gongd nú seinnapartin, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti stevnuna á føroysku sendistovuni, áðrenn farið varð í Hørpu til konsert.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði fyri við at siga, at tað var honum ein heiður at bjóða øllum vælkomin á føroysku sendistovuna í Reykjavík, nú latið varð upp fyri føroyska partinum av Menningarnóttini 2022.

- Tórshavnar kommuna og Sendistova Føroya hava í fleiri ár samstarvað um hetta tiltakið her á Sendistovuni í sambandi við mentanarnáttina. Vit eru fegin um at kunna vera við sum stuðul og samstarvspartur, og mín vón er, at Sendistovan og høvuðsstaðarkommunan í Føroyum eisini framyvir eru við til at geva eitt munagott føroyskt íkast til mentanarnáttina í Reykjavík.

- Eisini Havnin hevur sína mentanarnátt – vanliga fyrst í juni. Ár um ár leggjast tiltøk aftrat og fólk tysja oman í býin at hugna sær og spáka oman og niðan. Konsertir eru fleiri, framsýningar og annað, og handilslívið alt hevur opið langt út á kvøldið. Okkara mentanarnátt er ein fyriboðan um, at nú er summar, meðan mentanarnáttin her í Reykjavík er endin á summarfrítíðini í øllum førum hjá skúlabørnunum.

- Miðbýurin í Havn er nú eisini skipaður betur til at kunna skapa rætta umhvørvið til uppihald og stórar fólkamongdir. Torgið í Vágsbotni er gjørt hugaligari hjá fólki at vera, og í næstum verður áartutl eisini partur av upplivingini á Vaglinum, nú Havnará verður endurskapað.

--

- Í góðum samstarvi læra vit íslendingar og føroyingar av hvør øðrum. Ísland og Føroyar eins og høvuðsstaðirnir báðir eru virknir partar í norðurlendskum samstarvi, sum geva mentanarligar eins og aðrar ágóðar.

- Vit samstarva eisini innan ferðavinnu og á øðrum økjum. Vinalagið verður eisini víst symbolskt við flotta jólatrænum, sum Reykjavík gevur Havnini hvørt ár, og tá sluppin Westward Ho vitjar Íslands strendur.

- Tað verður sagt, at upplivingar og kreativt umhvørvi eru tað týdningarmesta í hugmyndini um hitt góða lívið hjá fólki í dag. Mentan, list, ítróttur og náttúra skapa lívsinnihald í nútíðini og geva tær upplivingar, sum fólkið tráar eftir. Her hava íslendingar og føroyingar fleiri fyrimunir í mun til onnur lond og stóru býirnar úti í heimi.

- Tað er sannroynd, at náttúran og fríska atlantarhavsluftin dregur nógv ferðafólk bæði til Íslands og Føroya. Men tað er so nógv meira enn sermerkta náttúra okkara, sum dregur. Íslendingar og føroyingar eru úr somu mentanarligu rót, sum í gjøgnum øldirnar hevur vaksið seg fram við ymsum frábrigdum.

- Gomlu søgurnar, kvæðini og norrøna málið eru keldur til nógva nútíðar list, sum ikki bert fangar okkara egna forvitni, men sum hugtekur alsamt fleiri útlendingar. Tey undrast, hvaðani allur hesin stoltleiki og virksemismáttur kemur, og hvussu tað ber til, at hesi lítlu samfeløg í Útnorði hava megnað at varðveitt sín mentanarliga samleika í eini altjóðagjørdari verð, og sum við talgildu miðlunum gerst alsmamt meira mentanarliga trongur.

- Tað er ikki nøkur sjálvfylgja, men má vera ein innari máttur, sum lagdur er í okkum norðbúgvar, men sum vit skulu minnast til ikki at taka fyri givið. Málbroytingar hava altíð verið, men ávirkanin er ongantíð so sterk sum nú.

- Kanska er tað eisini tí, at mentanin og listin – tað verið seg bókmentir, tónleikur, myndlist ella filmur – blóma í okkara samfeløgum. At vit við listini og søguforteljingini styrkja okkara mentanarliga samleika í tí stóru heimsmyndini – og sum fær ferðamannin úr stóru verð at undrast almikið.

- Eisini innan ítrótt kemur hetta til sjóndar. Stuttligt hevur verið at fylgt føroyskum hondbólti síðstu árini, tí menningin hevur verið ser stór – og í summar hava ungu føroysku hondsbóltsmenninir vunnið bæði á dønum og íslendingum, sum í mong áratíggjur hava verið roknað sum fremstu hondbóltstjóðir í heiminum. Jamen, so eru føroyignar komnir í gott selskap.

---

- Aftur í ár fáa gestirnir á stóru mentanarnáttini her í Reykjavík høvið at uppliva føroyska mentan og list í serflokki, og øll fara tey at framføra í Hørpu seinnapartin, sum er stórur heiður í sjálvum sær.

- Herborg Torkilsdóttir hevur við hugtakandi tónleiki og góðum gerandistekstum fingið føroyska áhoyraran at lurta og syngja við bæði í útvarpinum og á mongu konsertunum. Kórið Tarira hevur eftirhondini 20 ár á bakið og verður roknað sum fremsta úrmælingakór í Føroyum og á høgum altjóða støði.

- Og til síðst er tað framúrskarandi fólkarokk-tónleikabólkurin Hamradun, sum so hegnisliga dugir at lata mentanararv okkara, kvæði og vísur, í nýggjan og fangandi tónleikabúnað. Góða eydnu við framførslunum í Hørpu, tit øll.

---

- Slíkir dagar sum hesir kring menningarnóttina eru enn ein áminning um okkara felagsskap og vinarbond, ið vit til allar tíðir eiga at røkja og nøra, tí einki er so gott sum at trívast millum vinir og grannar.

- Góða sendikvinna, gestir og vinir – eg skal at enda takka fyri einastandandi gestablídnið, sum er sereyðkenni fyri lond okkara. Takk til Sendistovu Føroya fyri at standa fyri hesum tiltaki, og takk til tykkum øll, sum hava fyrireikað.

- Eg skal í hesum sambandi eisini takka fyri føroysku brellbitarnar og drykkjuvørurnar frá Føroya Bjór. Við vón um góða samvinnu og gott brøðralag vil eg takka fyri, at mær gavst høvi at siga nøkur orð í dag her í Reykjavík, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo