Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Røðan hjá Helga Abrahamsen í sambandi við viðgerðina av ólavsøkurøðu løgmans:

Tá eg gekk í barnaskúla í Fuglafirði, tá minnist eg, at vit í fakinum søga høvdu eitt sindur um politikk. Og eg minnist at lærarin einaferð segði um løgtingsval, at tað er vanligt, at samgonguflokkar missa atkvøður, meðan andstøðuflokkar ganga fram.

Tað fekk meg at spyrja tann einfalda spurningin: “Hví fer man so í samgongu?” – Tá tú kanst rokna við at tapa næsta val, um tú fert í samgongu, og vinna, um tú fert í andstøðu, hví fara flokkar so í samgongu?

Og lærarin svaraði líka einfalt: “Tað er tað, man verður valdur til.”

---

Síðani eg sjálvur bleiv politikari havi eg mangan hugsa um hesi orðini.

Tað er so deiliga lætt at vera í andstøðu – og nú tosi eg ikki bara um núverandi andstøðu, men um andstøður í heila tikið.

Tú kanst leggja uppskot fyri tingið, sum eru vælumtókt millum veljarar, og gloyma hin partin, sum ikki er so vælumtóktur.

Og tað kann onkuntíð undra, at andstøður vísa seg at hava allar loysnirnar, sum tær ikki høvdu, meðan tær sjálvar vóru samgonga.

Í samgongu hevur tú tað ikki líka lætt. Tú sleppur ikki at leggja uppskot fram sum tú vilt, og tú noyðist eisini onkuntíð at atkvøða fyri uppskotum, sum hóva tær illa.

- Men tað er henda leiklutin, vit verða vald til.

---

Orku- og umhvørvismál fylla nógv fyri tíðina, og tí fari eg at leggja fyri við at siga eitt sindur um tað.

Vit hoyra nógv um stórar visjónir og ætlanir, men mínar royndir eru, at skal nakað henda á hesum økjunum, so má tað veruliga trýstast ígjøgnum, tí forðingarnar eru veruliga nógvar. Og ikki so sjáldan renna vit okkum í forðingar, sum vit ikki høvdu roknað við frammanundan.

Bæði hendan og undanfarna samgonga settu sær stór mál, men tað er tungt at koma til úrslit.

Eitt dømi er málsetningurin um, at øll el-orka á landi skal koma frá varðandi orkukeldum í 2030.

Tað er ein fínur málsetningur, men hvussu gongur við at røkka hesum málsetninginum?

SEV fekk vindmyllurnar í Suðuroy í gongd í ár, og tað er at fegnast um. Men í meginøkinum eru ongar myllur komnar upp í 7 ár – og vit eru bara góð 8 ár frá 2030, so okkurt skal henda skótt um tann málsetningurin skal røkkast.

Tað sær út til at vit fáa fleiri vindmyllulundir upp tað næsta árið, men lat meg nevna eitt ítøkiligt dømi um, hvussu truplar – og eg loyvi mær at siga hvussu høpisleysar forðingarnar eru.

Vindrøkt hevur arbeitt við at fáa vindmyllur upp á Gellingarkletti longu í ár. Nógvar kærur hava verið um ta ætlanina, og tað var ikki óvæntað.

MEN!

So hendi nakað, sum eingin hevði roknað við. Yvirfriðingarnevndin sum er ein myndugleiki, ið skal taka støðu til tað estetiska, segði, at myllurnar vóru ov høgar, og tí fekst ikki loyvi til at seta tær upp. (Og her skal sigast, at avgerðir hjá Yvirfriðingarnevndini eru endaligar og kunnu ikki kærast).

Eftir samrøður millum partarnar varð loyvi tó givið til at seta myllurnar upp um tornið lækkaði 7½ metur. Myllurnar skuldu lækka úr 150 metrum niður í 142½ metur.

Eg havi sæð myndir sum vísa, hvussu bæði sløgini av myllum síggja út í landslagnum, og eg má viðganga, at eg kláraði ikki at siga, hvør mynd vísti tær størru myllurnar og hvør vísti tær minnu. Tað sæst veruliga ikki munur á eini myllu sum er 150 metrar og eini sum er 142½ metur.

Og hvat fáa vit so burturúr?
Fyri tað fyrsta verður ætlanin seinkað,
fyri tað næsta fáa vit myllur sum framleiða minni,
og fyri tað triðja, so fær felagið eina eykarokning á 42 mió. krónur.

Tí síðani keypssáttmálin varð gjørdur, er prísurin á stáli hækkaður sera nógv, so hóast tornini skulu gerast minni, so er talan um ein nýggjan sáttmála, so prísurin hækkar við 42 mió. krónum, fyri at fáa myllur sum síggja akkurát líka út og framleiða minni.

Hetta er burtur úr vón og viti, og um hetta skal vera arbeiðslagið, so verður ringt at fáa nakað grønt orkuskifti framt í Føroyum.

---

Onkur hevur funnist at tí, at løgmaður ikki var meira ítøkiligur um orku- og veðurlagspolitikkin. Tað undrar meg, tí eg havi sagt við allar politisku flokkarnar, at útspælið um orku- og veðurlagspolitikk hevur til endamáls at finna eina breiða semju, har allir flokkar skulu kunna seta síni fingramerki á. Tí er tað við vilja, at eg ikki havi gjørt nakrar endaligar orðingar, og sum øll vita, so var undirtøka ikki fyri at arbeiða víðari við tilgongdini í mai, og tí hevur arbeiðið við at gera tær endaligu orðingarnar, bíðað til nú.

Málið við orku- og veðurlagspolitikkinum er, at Føroyar skulu minka útlátið av vakstrarhúsgassi í minsta lagi 30 prosent í 2031 í mun til 2010. Frá 2010 til 2020 vaks útlátið við 35 prosentum. Málið um minking komandi 10 árini krevur tí umleið eina helvtarminking í mun til útlátið, sum var í 2020.

Málið er at fáa uppskot til samtyktar um orku- og veðurlagspolitikk lagt fyri løgtingið miðskeiðis í september. Fyrstu lógaruppskotini, sum seta átøkini í verk, verða løgd fram í hesi tingsetuni. Fyrst fyri eru elveitingarlógin, býarskipanarlógin og náttúruverndarlógin.

---

Í langa tíð hevur tvídráttur verið millum landsstýrið øðrumegin og SEV og kommunurnar hinumegin, um hvussu greiður skilnaður kann fáast millum netið og framleiðsluna hjá SEV.

Vit eru nú nær við eina semju, og í løtuni bíða vit eftir svari frá SEV um eitt semjuskjal.

Í stuttum snýr semjan seg um, at net- og skipanarberandi tænastur framhaldandi verða skipaðar og riknar í lutafelagnum SEV. Tað vil siga, at tað sum tryggjar javna streymstyrki – sum til dømis dieselverk, vatnorkuverk og pumpuskipan, verður partur av SEV, meðan SEV ikki verður partur av varandi orkuframleiðsluni – sum fyrst og fremst verður vindmyllur.

---

Málið um óljóð frá skipum í føroyskum havnum hevur verið nógv frammi. Ætlanin var at lýsa eina kunngerð í summar, sum ásetti mest loyvda ljóðið, men hetta vóru kommunurnar ikki so glaðar fyri. Avgjørt var tí, í semju við Føroya Kommunufelag, at áseta eina royndartíð til 1. november í ár. Í hesi royndartíðini skulu myndugleikarnir við regluligum ljóðmátingum finna fram til eitt markvirði fyri ljóðdálking, sum allir partar í samfelagnum kunnu taka undir við.

Í royndartíðini verða ljóðmátingar gjørdar við skipini, í nærumhvørvinum og inni á privatum ognum. Umboð fyri myndugleikar, vinnuna og felagsskapir sum Heimafrið hava møguleika fyri at vera við og eygleiða, tá ið mátingar verða gjørdar.

Eftir royndartíðina verða markvirðini ásett og alment fráboðað.

Vísa ljóðmátingar tá brot á ásettu markvirðini, fær viðkomandi skip boð frá havnini um at broyta raksturin og fáa viðurskiftini í rættlag. Fæst ljóðstigið ikki niður á ásett markvirði beinanvegin, skulu havnirnar nokta fyri at taka ímóti skipinum um viðurskiftini ikki eru fingin í rættlag innan eina nærri ásetta freist.

Við hesum hava vit vónandi funnið eina loysn, sum er til gagns fyri borgararnar, samstundis sum vinna og myndugleikar hava greiðar reglur at halda seg til.

---

Í fjør gjørdi løgmaður nógv burturúr málinum um “gongd í haga”, og spurt verður nú aftur eftir tí málinum.

Í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum hava vit lagt stóra arbeiðsorku í tað málið, men í samgonguskjalinum stendur, at tað skal vera gjørt í semju við allar avvarandi partar. Tað hevur verið ein avbjóðing, tí partarnir hava verið sera ósamdir um hetta málið.

Vit hava tó ta seinastu tíðina gjørt eina roynd, í einum minni forumi, at finna semju, sum allir partar kunnu liva við. Har hava verið umboð fyri Umhvørvir- og Vinnumálaráðið,

Visit Faroe Islands og Jarðir (sum er felagið, sum Bóndafelagið og Óðalsfelagið eiga í felag). Tey hava gjørt eitt uppskot til semjuskjal, og tað skjalið verður nú viðgjørt í feløgunum.

Sjálvsagt mugu allir partar geva seg nakað, um semja skal gerast, men málið er framvegis at finna eina loysn, sum allir partar kunnu liva við. Ferðavinnan skal kunna virka væl í Føroyum, men ferðavinnan skal í minst møguligan mun vera til ampa fyri landbúnaðin, og landbúnaðurin skal eisini hava møguleikar at fáa vinning burturúr ferðavinnuni.

---

Tað at so nógv arbeiðsorka hevur verið brúkt til málið um gongd í haga, hevur havt við sær, at onnur mál viðvíkjandi landbúnaðinum hava staðið í bíðistøðu.

Her hugsi eg um, at Løgtingið samtykti í fjør at heita á landsstýrið um at fara undir at orða ein landbúnaðarpolitikk við ítøkiligum og realistiskum málum, sum leggur dent á at menna føroyskar landbúnaðarúrdráttir og sum hevur fyrilit fyri burðadyggari nýtslu av bø og haga, fóðurframleiðslu, mjólkarframleiðslu, grønmetisframleiðslu, dyrking av lendi, framleiðslukrøvum til festarar, útbúgving o.a.

Samtyktin fevnir eisini um at leggja fram neyðug lógaruppskot, ið kunnu fremja settu málini fyri landbúnaðin komandi 10 árini.

---  

Vinnumálini hetta seinasta árið hava annars í stóran mun snúð seg um hjálparpakkar í sambandi við koronufarsóttina.

Serliga ferðavinnan hevur verið hært rakt, við tað at ferðafólkatalið minkaði júst sum útlitini fyri vøkstri vóru góð. Ferðavinnan hevur tó tikið stór tøk fyri at vaksa um innlendis marknaðin, nú útlendsku ferðafólkini ikki komu til landið. Hetta hevur langt frá verið nóg mikið til at viga upp ímóti afturgongdini av útlendskum ferðafólkum, men hetta hevur tó verið ein hjálp.

Samumtikið kann sigast, at arbeiðið við at gera hjálparpakkar í sambandi við koronufarsóttina hevur gingið væl, og at gott samstarv hevur verið við nógvar ymiskar partar.

ALS legði dyggiliga rygg til hjálparpakka 1, tá ið eitt trygdarnet varð spent undir føroyska arbeiðsmarknaðin, og Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur havt eitt serstakliga gott samstarv við TAKS, sum hevur umsitið stuðulsskipanirnar eftir hjálparpakkunum 2, 3, og 4. Eisini hevur Umhvørvis- og vinnumálaráðið alsamt verið í tøttum samskifti við umboð fyri vinnu og vinnufeløg, soleiðis at innanfyri givnu karmarnar hevur borið til at fáa stuðulsskipanirnar at hjálpa sum mest.

---

Fleiri skapandi vinnur hava seinastu árini ment seg her á landi, og filmsvinnan er ein teirra.

Eitt úrslit av tí hava vit sæð teir seinastu mánaðirnar, nú føroyska filmsrøðin TROM hevur verið tikin upp í Føroyum.

Tað var eitt politiskt baks at fáa upptøkurnar gjørdar í Føroyum, men takka verið breiðari undirtøku í løgtinginum – bæði frá samgongu og andstøðu – bar tað til.

Fíggjarliga gjørdu 4 játtaðar milliónir, at framleiðararnir kundu brúka 16 milliónir til millum annað lønir til sjónleikarar og filmsfólk, gistingar, mat, leigu av hølum til upptøkur, bilaleigu o.a. Hvør króna sum bleiv brúkt, sendi fýra krónur í umfar í føroyska samfelagnum. 

Vit hava sum er lógargrundarlagið og tær grundleggjandi skipanirnar, sum eru neyðugar, fyri at filmsvinnan kann mennast, men á fíggjarlógini verða einans játtaðar 200.000 krónur árliga til filmsframleiðslu. Tað hevur verið ein forðing fyri hesi menningini.

---

Seinastu tíðina hevur grønlendska felagið Royal Arctic Line, saman við íslendska Eimskip, siglt við farmi til og úr Føroyum. Nógv gott kann sigast um kapping, og soleiðis er helst eisini í hesum førinum, men her er tó ein ójavni, sum eftir mínum tykki er sera óheppin. Tað er nevniliga soleiðis, at meðan grønlendsk skip kunnu sigla við farmi til og úr Føroyum, so kunnu føroysk skip ikki sigla farm til og úr Grønlandi, tí har er einkarættur galdandi.

Síðani í desember havi eg tí havt samskifti við grønlendska landsstýrið um ójavnan sum er í hesi kappingini. Eg havi víst á, at henda støðan ikki bara skeiklar handilsviðurksiftini millum londini, men hon gevur eisini íslendska/grønlendska samstarvinum ein órímiligan kappingarfyrimun mótvegis føroysku kappingarneytunum.

Tað kann ikki vera rætt, at skip úr øðrum londum kappast frítt móti føroyskum reiðaríum á Føroyaleiðini, meðan føroysk skip ikki fáa atgongd til teirra havnir.

Sjálvsagt skal eitt arbeiði gerast, áðrenn so grundleggjandi viðurskifti verða broytt, men grønlendska landsstýrið hevur víst vilja til at tosa um tingini, og mín vón er, at vit innan alt ov langa tíð finna eina loysn á hesum málinum.

---

Arbeitt verður í løtuni við at endurskoða kunngerðina um burturkast, og ætlanin er, at ein dagførd pantskipan fyri fløskur og onnur einnýtis-íløt skal vera í samljóði við hana.

Verandi pantskipan er ikki nóg brúkaravinarlig, og tí er ætlanin, at komandi skipan skal vera so einføld sum gjørligt, soleiðis at sleppast kann av við alt sum hevur álagt pant, á sama stað.

Gongst sum ætlað, fara burturkastkunngerðin og nýggja pantskipanin at virka í heyst ella í vetur.

---

Hetta eru nøkur av málunum, sum eg arbeiði við. Sumt hevur verið trupult at fingið um málstrikuna – men tað er tað, vit eru vald til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo