Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Henrik Old, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Príshækkingar hjá SEV

Spurningar:
1. Er tað í lagi, at SEV verður tvingað at keypa orku frá einum privatum felag, tá orkan fer til spillis og hevur við sær príshækkingar til vinnulívið og føroysku húsarhaldini?

Viðmerkingar:
Seinastu tíðina hava verið óvanligar príshækkingar í streymprísum í øllum Evropa, men ikki í Føroyum. Orsøkin er, at SEV hevur tryggjað seg í langtíðaravtalu og kann tí halda prísstøðið. Tað sama er ikki galdandi í nógvum øðrum londum í Evropa, og tað hevur merkt stórar príshækkingar fyri brúkaran.

Men í vikuni hoyrdist, at húsarhaldini og vinnulívið í Føroyum kunnu vænta, at prísurin hækkar, tí SEV verður tvingað at keypa streym, sum fer til spillis.

Stjórin í SEV segði í miðlunum hósdagin, at elframleiðslan frá nýggju vindmyllunum hjá Vindrøkt verður størri, enn SEV megnar at taka ímóti. Men SEV skal allíkavæl gjalda fullan prís. Tað er bara ein, sum kann gjalda fyri tað. Tað er brúkarin.

Tí verður hesin fyrispurningurin settur landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 26. apríl 2022
Henrik Old

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo