Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin: Nú eru umleið tríggir mánaðir, til Summar Festivalurin verður hildin aftur, og festivalurin hevur kunngørt nógvar føroyskar og útlendskar bólkar.

Úr útlondum koma heimskendi rockbólkurin Europe, Modern Talking-sangarin Thomas Anders, legendan Suzi Quatro, folkrockbólkurin Jonah Blacksmith og festiligi Frederik Dyrby úr ADHD.

Úr rúgvuni av førouyskum bólkum kunnu nevnast Marius Ziska, Guðrið Hansdóttir, Hamradun, RSP, Jens Marni Hansen, Kristel Lisberg, Kim Hansen, Maria R. á Heygum, Eyðun Nolsøe og Magni Christiansen.

Prísurin á vikuskiftispassum til Summar Festivalin hækkar á midnátt mikukvøldið. Atgongumerki kunnu keypast í Telebúðum og á heimasíðuni sf.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo