

Seinnapartin í dag gjørdist greitt at fyrrverandi landsliðsspælarin Gary Lineker ikki skal leiða BBC-programmið «Match of The Day» - fyribils.
Orsøkin er at Lineker fanst at fráboðaðu ætlanunum í bretska asylpolitikkinum á Twitter. Lineker samanbar málbrúkið í uppskotinum við retorikkin hjá Týsklandi í 1930-árunum.
Í kvøld boðaði so Alan Shearer, maðurin við flest málum í Premier League, frá at hann hevur givið BBC boð um, at hann verður ikki við í programminum leygardagin, skrivar VG.
I have informed the BBC that I won’t be appearing on MOTD tomorrow night.
— Alan Shearer (@alanshearer) March 10, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo