Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sum helst fyrsta felag nakrantíð, hevur SÍ tryggjað sær pláss í øllum 8 FM-finalunum í flogbólti fyri yngri deildir, sum verða í Trongisvági komandi vikuskifti.

Hetta gjørdist greitt eftir at Gentir 14 ár hjá SÍ sigraðu í dag.

At Sørvágur er flogbóltsbygd, man fáur ivast í. Nú flogbóltsveturin er um at verða liðugur, hevur SÍ verið framúr í yngri deildum.

Í dag megnaðu gentir 14 ár hjá SÍ at kvalifisera seg til FM-finaluna. Í gjár megnaðu dreingir 12 ár, mansunglingar og kvinnuunglingar eisini at kvalifisera seg til finaluna um føroyameistarheitið.

Frammanundan hava gentir 12 ár, gentir 16 ár, dreingir 14 ár og dreingir 16 ár hjá SÍ kvalifiserað seg til FM-finaluna.

Hvussu nógvar føroyameistarar SÍ fær, kemur komandi vikuskifti at vísa, men einki SÍ-lið fær minni enn silvur. So væntast kann ein SÍ-innrás í Trongisvági um vikuskiftið.

Liðini, sum hava kvalifiserað seg í FM-finalurnar eru:

G12: SÍ - KÍF
D12: SÍ – Fleyr
G14: SÍ – Fleyr
D14: SÍ – TB
G16: SÍ – TB
D16: SÍ – Fleyr
Kvinnuungligar: SÍ – ÍF
Mansunglingar: SÍ – Fleyr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo