Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

RD Group: Leygardagin koma norsku heimstjørnurnar Marcus & Martinus til Føroya. Teir báðir eru í løtuni á einari stórari Evropa turné, og leggja leiðina framvið Høllini á Hálsi, har teir fara at framføra fyri 2000 børnum.

Atgongumerkjasølan gekk við rúkandi ferð, og nú verða tey allarsíðstu atgongumerkini sett til sølu. Einans 100 atgongumerkir eru eftir, og tey verða sett til sølu hósdagin 26. september kl. 18:00 á ebillet.fo.

So um tú ikki hevur ognað tær atgongumerki enn, so er at gera skjótt av. Ver til reiðar stundisliga kl. 18:00, tí har verða bert sett 100 atgongumerki til sølu.

Slepp undan bíðirøð
Leygardagin verða sera nógv fólk í Høllini á Hálsi, og tí mæla fyrireikarnir til, at tú heintar armband áðrenn tú kemur á konsert. Armbondini kunnu heintast í Nema í Tórshavn og í Klaksvík. Nema hevur opið gerandisdagar frá 10:00 til 17:30. 

Á konsertdegnum kunnu armbondini heintast á Torginum í SMS millum 10:00 og 16:00. 

Til ber at keypa eina Marcus & Martinus t-troyggju. Hon fæst í Hotel Djurhuus, og á konsertdegnum ber til at keypa hana á Torginum í SMS, og í Høllini á Hálsi, um nøkur er eftir. Kostnaður fyri t-troyggjuna er kr. 250,-.

Skráin:
17:00 Dyrnar lata upp
17.45 DJ Kingz
18:15 Marcus & Martinus
20:00 Liðugt 

Í høllini ber til at keypa slush ice, chips, sodavatn, pitabreyð, blanda bomm og light sticks.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo