Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bóndafelagið: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, var gestur á aðalfundinum hjá Bóndafelagnum leygardagin. Í gestarøðu síni nevndi hann m.a., at hann arbeiðir við at gera skipanina kring Búnaðargrunnin meira einfalda.

Hann vísti m.a. á tað óhepna í, at bóndir verða kravdir eftir persónligum veðhaldi fyri lánum, hóast teirra vinnuliga virksemi er lagt í partafelag.

Á fundinum varð eisini víst á, at tørvur er á ábøtum av kørmunum kring framleiðslu og flutning av stráfórði. Hetta er eisini eitt mál, sum landsstýrismaðurin ætlaði sær at taka upp.

Annars vórðu teir stóru spurningarnar kring føroysk jarðarviðurskifti, nevniliga málið um gongd í haga og uppskotið til náttúruverndarlóg, eisini viðgjørdir.

Elisabeth Skarðhamar Olsen hevði eina áhugaverda framløgu um ráðstevnuna ”Burðardygt matsjálvbjargni í Føroyum”, sum verður 8-9 apríl í Norðurlandahúsinum. Hennara framløga elvdi til eitt gott kjak um ymsar tættir av føroyskum landbúnaðarvirksemi.

Til nevndarvalið varð Sigert Patursson afturvaldur sum formaður, meðan Jóhan Jógvansson varð valdur fyri Eyðfinn í Búðini, sum ikki tók við afturvali. Bjørn Kallsø varð valdur til 1. tiltakslim og Jóannes Patursson til 2. tiltakslim.

Í nevndini sita nú Sigert Patursson, formaður, Eynar Martin Kjærbo, næstformaður, Dánjal Petur Müller, Jóhan Jógvansson, Heini á Heygum og Símun Gullaksen. Tiltakslimir eru Bjørn Kalsø og Jóannes Patursson.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo