Í dag, fríggjadagin 26. januar, verður fernisering á Listasavninum. Solveig Hanusardóttir Olsen, savnsumsjónarfólk, bjóðar vælkomin. 17 Sangarar framføra nøkur løg. Hanna Jensen, forkvinna í Løgtingsins mentanarnevnd, setur framsýningina. Sigrun Gunnarsdóttir verður til ferniseringina, og savnið bjóðar ábit.
Listin hjá Sigrun Gunnarsdóttir brýtur frá tí, sum vit kenna í føroyskum høpi, bæði í innihaldi og stíli. Málningarnir siga søgur, sum spretta úr lívi og tonkum hennara. Náttúran er ofta berandi í føroyskari list, men hjá Sigrun er menniskjað í miðdepli. Á ein naivistiskan og surrealistiskan hátt málar Sigrun Gunnarsdóttir sniðfundigar myndir við djúpum innihaldi. Myndirnar avmynda náttúru, familju og átrúnað og viðgera eksistentiellar spurningar.
Stílslagið er figurativt og forteljandi. Sigrun Gunnarsdóttir málar við akrýli á lørift, og hon ger litirnar óblankar og eitt sindur grátónaðar. Bakgrundin er ofta ein stórur, einlittur flati, og umhvarvið av myndevnunum er málað við svørtum linjum. Støddarmunir eru eyðsýndir í myndunum hjá Sigrun Gunnarsdóttir. Hon reingir støddirnar á myndevnunum soleiðis, at ein fuglur kann vera størri enn eini hús, men hann kann eisini vera so lítil, at tað er torført at fáa eyga á hann. Sigrun Gunnarsdóttir greiðir frá, at tankarnir byggja á, at smá ting ikki kunnu vera stór ting fyriuttan, og stór ting kunnu ikki vera smá ting fyriuttan. Tað er sjáldan, at eitt ítøkiligt stað verður lýst í málningunum. Kortini kann eitt serføroyskt eyðkenni hómast í umhvørvinum og fólkunum. Eftir stendur huglagið av Føroyum.
Við einføldum, figurativum myndamáli málar Sigrun Gunnarsdóttir tað, sum liggur henni á hjarta. Sigrun arbeiðir við nøkrum ávísum myndevnum, til dømis bíbliusøgum, ævintýrum, familjukærleika og aldurdómi. Súmbol eru týdningarmikil partur av hesum myndaheimi, og tey eru vorðin eitt sermerki í listini hjá henni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo