Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavnar kommuna: Í gjár var lítil fráfaringarløta fyri Sigurði Ólason Vang, sum nú fer úr starvinum sum mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu og í annað og spennandi starv hjá Landsverk.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði nøkur orð og nevndi, at mann kann siga, at Sigurð knappliga gjørdist heimskendur í Føroyum.

- Lítlajólaaftan í 2010 vóru høvuðstíðindini í øllum fjølmiðlunum, at vit høvdu fingið nýggjan sjúkrahússtjóra. Nýggi stjórin var einans 36 ára gamal.

- Og tá mann so hoyrdi, at hann frammanundan hevði sitið sum leiðari á Ílegusavninum í 4 ár og sum fulltrúi í almennu fyrisitingini í 7 ár, so var greitt, at talan var um bráðræsnan mann, sum sera ungur hevði leitað sær hægri útbúgving.

- Hann var longu cand.merc.jur frá Handilsskúlanum í Keypmannahavn í 1997 – og um hann ikki eisini tá longu hevði verið í Fraklandi og eisini fingið útbúgving innan búskap, politikk og leiðslu.

- Hann var áramálssettur sum sjúkrahússtjóri í 5 ár frá 1. mars 2011. Vit hoyrdu nógv til hann í fjølmiðlunum hesa tíðina. Altíð kvikur og greiður.

- Men í 2015 sigur hann seg úr starvinum – havnarfólk hvukku við, tí orsøkin var, at hann skuldi vera leiðari á mentanardeildini hjá Tórshavnar kommunu.

- Á mentamáladeildini skuldi hann umsita m.a. fólkaskúlaøkið, mentan, frítíðartilboð og ítróttamál - og allar tilhoyrandi stovnar í Tórshavnar kommunu.

- Og her hevur hann verið nú skjótt í 7 ár.

- Og tað hevur verið ein øgiligur fartur á honum. Hann sat sum formaður í bygginevndini fyri Skúlan á Fløtum og stóð fyri byggingini av Høllini á Argjahamri og Høllini á Hálsi – trý ómetaliga stór prosjekt.

- Og alla hesa tíðina hevur tann sera væl skipaði stovnsraksturin av Mentamáladeildini merkt gongdina. Hetta er ein sera virkin deild, hóast hon er minsta deild hjá kommununi, einans við Sigurdi og trimum fulltrúum.

- Men deildin umsitur kortini 10 fólkaskúlar og 7 mentanarstovnar og samskiftir við 130 frítíðar- og ítróttarfeløg. Sigurð hevur ikki verið einsamallur, men talan hevur verið um eitt einastandandi gott toymi.

- Eitt mál, Sigurð hevur arbeitt sera nógv við, er langhylurin. Og akkurát har fer at henda ein øgilig rúgva í nærmastu framtíð. Dekk er komið á kjallaran og nú er bara eitt ár og 8 mánaðir, til langhylurin verður liðugur.

- Eg kann nevna, at Mentamáladeildin hesi 7 árini, Sigurð hevur verið leiðari, hevur staðið fyri bygningsuppgávum fyri nærum eina miljard. Og úrslitið er eisini ein virkin og vakin høvuðsstaður við einastandandi kørmum innan ítróttar- og frítíðarlív.

---

- Sigurð fer til Landsverk. Landsverk hevur sett Sigurð í starv sum deildarleiðara fyri Verkætlanardeildina. Og tað kann bara vera ein funnin fressur fyri okkum í Tórshavnar kommunu.

- Deildin er jú miðdepil fyri allar byggi-, verklags-, og viðlíkahalds-verkætlanir hjá landsverksstovninum. Og akkurát har er tað ein veldugur fyrimunur at hava eitt fólk, sum hevur innlit og royndir í kommununi.

- Eg kann nevna, at tvey av stóru málunum, Sigurð kemur at standa fyri hjá Landsverk, verða Tjóðleikhúsið og nýggja Campus.

- So vit kunnu ikki siga annað enn, at starvið sum mentamálaleiðari hevur verið ein ordans lopfjøl til akkurát hetta starvið, sum vit øll sjálvandi fara at ynskja tær hjartaliga tillukku við, við ynski um gott samstarv og alt tað besta frameftir.

- Takk fyri hesi 7 árini og hjartaliga tillukku við nýggja starvinum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo