Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Sílamerkingar í góðveðri

Jón í Haraldsstovu og Óli Petersen frá Sílaveiðufelagnum

Kirstin Eliasen, leiðari á Fiskaheilsudeildini á Fiskaaling, er verkætlanarleiðari á Sjósílaverkætlanini

Longd á síli verður skrásett

Ása Johannesen skásetur longd, vekt og nummar á sílum

Unn V. Johannesen tekur roðslu av síli

Jákup Jacobsen heldur í elektrofiskingartólinum og Teitur í Stórustovu stendur til reiðar við glúpinum

Sílaroðslur verða koyrdar í serligar brævbjálvar, ið eru framleiddir til Sjósílaverkætlanina

Fiskaaling: Síðani 2019 hevur Fiskaaling arbeitt við Sjósílaverkætlanini, sum hevur til endamáls at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Sum liður í verkætlanini hava starvsfólk frá Fiskaaling verið í ánni í Norðragøtu í dag og í gjár og merkt síl. Í gjár vóru eisini Jón í Haraldsstovu og Óli Petersen frá Sílaveiðufelagnum við í arbeiðinum. Við sær høvdu teir eitt elektrofiskingartól, ið er ogn hjá Sílaveðufelagnum og sum teir lærdu starvsfólkini á Fiskaaling at nýta. Tólið verður nýtt til at fáa fatur á sílunum.

Tá sílini eru tikin upp við glúpi, verða tey doyvd og síðani vigað og mátað. Eisini verða nakrar roðslur frá hvørjum síli koyrdar í serligar brævbjálvar, ið eru framleiddir til Sjósílaverkætlanina. Roðsluroyndirnar verða goymdar til nærri gransking seinni. Áðrenn sílini verða slept aftur, verða tey merkt við PIT (passive integrated transponder) merkjum. Hetta merkir, at tá merkt síl svimja framvið tveimum antennuskipanum, sum verða uppsettar nærhendis munnanum, skrásetur skipanin hvat síl talan er um, og hvar tað er ávegis.

Síðani Sjósílaverkætlanin byrjaði í 2019 hava sílafiskarar havt møguleikan at taka lut í verkætlanini við at senda brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum til Fiskaaling. Teir innkomnu brævbjálvarnir eru við í lutakasti um 10.000 skattafríar krónur. Lutakastið er í desember og drigið verður millum allar innkomnu brævbjálvar. Verkætlanin er stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelagi.

Kirstin Eliasen, leiðari á Fiskaheilsudeildini á Fiskaaling, er verkætlanarleiðari á Sjósílaverkætlanini.

Jón í Haraldsstovu og Óli Petersen frá Sílaveiðufelagnum

Kirstin Eliasen, leiðari á Fiskaheilsudeildini á Fiskaaling, er verkætlanarleiðari á Sjósílaverkætlanini

Longd á síli verður skrásett

Ása Johannesen skásetur longd, vekt og nummar á sílum

Unn V. Johannesen tekur roðslu av síli

Jákup Jacobsen heldur í elektrofiskingartólinum og Teitur í Stórustovu stendur til reiðar við glúpinum

Sílaroðslur verða koyrdar í serligar brævbjálvar, ið eru framleiddir til Sjósílaverkætlanina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo