Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Áslakur Holm (VK Vestsjælland) og Súsanna Sólrunardóttir Ludvig (Brøndby VK)

Áslakur Holm (VK Vestsjælland) og Súsanna Sólrunardóttir Ludvig (Brøndby VK)

Áslakur Holm (VK Vestsjælland) og Súsanna Sólrunardóttir Ludvig (Brøndby VK)

Flogbótssamband Føroya: Tað eydnaðist hvørgum av føroyingunum at vinna gull, tá ið donsku steypafinalurnar í flogbólti vórðu leiktar í dag.

Danska steypafinalan, menn:
VK Vestsjælland – Marienlyst-Fortuna Volley 0-3 (22-25, 22-25, 16-25)

VK Vestsjælland og Áslakur Holm taptu 3-0 fyri Marienlyst-Fortuna Volley, men fyrstu tvey settini vóru kortini rættiliga jøvn. Í tí fyrra var Vestsjælland á odda 20-19, áðrenn Marienlyst-Fortuna vann 25-22, og í tí seinna var Vestsjælland frammanfyri 19-17, áðrenn javnt gjørdist við 20-20 og aftur 22-22, tá ið Marienlyst-Fortuna vann teir avgerandi bóltarnar og settið 25-22.

Í triðja setti var munurin stórur, og Marienlyst-Fortuna vann 25-16.

Danska steypafinalan, kvinnur:
Holte IF – Brøndby VK 3-0 (25-22, 28-26, 25-11)

Súsanna Sólrunardóttir Ludvig og Brøndby VK taptu somuleiðis 3-0 í síni i finalu, sum var ímóti Holte IF. Gongdin var nokk so lík dystinum hjá monnum, og Súsanna og tær bitu frá sær í teimum báðum fyrstu settunum, sum Holte vann 25-22 og 28-26.

Í fyrsta setti var Brøndby á odda 7-3, og 11-10, men fór so afturum 17-20. Brøndby javnaði tó til 20-20, men so dró Holte frá aftur og vann 25-22.

Annað sett sá leingi út til at fara til Brøndby, sum var á odda 7-2, 18-12 og 21-16, men so kom kinkur í, og Holte javnaði til 23-23 og vann at enda settið 28-26.

Hetta tóktist eisini at vera mentali mønustingurin fyri Brøndby sum formáddi sær lítið í triðja setti, sum Holte vann so mikið sum 25-11.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo