Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: 07 Vestur hevur í dag skrivað undir venjarasáttmála við Símun Joensen, sum fær høvuðsábyrgdina av 2. deildarliði okkara og U21.  

Í 2014 fór 07 Vestur undir at leggja nógva orku í at menna egnar leikarar, og síggja vit nú úrslitið av hesum á besta liði felagsins. Á heysti 2022 skrivaði felagið undir sáttmála við ikki minni enn 10 av leikarunum, sum vóru 6-7 ára gamlir, tá felagið veruliga fór undir at leggja nógva orku í at menna egnar leikarar.  

Sostatt hevur 07 Vestur nú eina rúgvu av ungum og evnaríkum leikarum í og kring hópin hjá besta mansliðnum, og meta vit, at Símun er rætti persónurin at flyta ungu talentini víðari fram á leið, so teir, innan stutta tíð, verða fastir fúsir á besta mansliði okkara.  

Símun Joensen (UEFA A) kemur at verða partur av kompetenta venjaratoyminum, sum longu er kring leikararnar, og sum telja Abraham Løkin (UEFA A), Michael Schjønberg (UEFA PRO), Tór-Ingar Akselsen (UEFA A), Rógva N. Poulsen (UEFA A) og Ivan Stojkovic.  

Símun Joensen er 39 ára gamal og ættaður úr Klaksvík. Hann er búsettur í Hoyvík, er lærari í Eysturskúlanum, er giftur og eigur trý børn. Sum spælari hevur hann umboðað KÍ og B36 í bestu deildini, og sum venjari hevur hann roynt seg sum hjálparvenjara hjá KÍ, høvuðsungdómsvenjara í B36 og venjara hjá næstbesta liðnum hjá B36. Umframt hetta hevur Símun tíðum verið fótbóltsviðmerkjari hjá KVF. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo