Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sinnisbati: Sinnisbati vitjar Suðuroynna mikukvøldið 22. septembur, tá ljós verður varpað á lívið við sálarsjúku, sæð gjøgnum eyguni á teimum ið standa nær; teimum avvarðandi.

Í samband við at Sinnisbati í næstum fer at byrja avvarðandibólkar í Suðuroy, fyri avvarðandi at menniskjum við sálarsjúku, bjóðar felagið, í samstarv við SALT, til filmsframsýning av føroyska novellufilminum ‘’Ábyrgd’’ av Katrin Joensen-Næs.

Les eitt ummæli av filminum her: sinnisbati.fo/ummaeli-abyrgd-ein-filmur-um-radaloysi-vonbrot-og-longsul-eftir-at-vera-til/

Aftaná filmin verður orðaskifti og sofuprát við Katrina og Lindu Jepsen, sálarfrøðing, um týdningin av at varpa ljós á umstøðurnar hjá teimum avvarðandi, tá sálarsjúka rakar í familjuni og í nærumhvørvinum.

Linda Jepsen er løggildigur sálarfrøðingur við kliniskari viðgerðastovu á Argjum og á Tvøroyri, og hevur hon millum annað serkunnleika og royndir við avvarðandi.  Í orðaskiftinum verða sett nøkur orð á, hvussu vit á skynsaman hátt kunnu ansa eftir okkum sjálvum sum avvarðandi, samstundis sum vit eru har fyri okkara kæru, ið stríðast.

Hetta uttan at missa okkum sjálvi burtur sum avvarðandi og menniskju. Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata fer at leiða prátið.

Høvi verður at seta spurningar, umvegis SMS-boð ella við mikrofon, í salinum. Tiltakið endar eftir orðaskiftið, men høvi verður at práta við umboð frá Sinnisbata, Lindu og at tekna seg til avvarðandibólkarnar, sum byrja seinni í heyst.

Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 19 mikukvøldið 22. septembur í SALT, Drelnes 22, 827 Øravík. Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, bjóðar vælkomin. Aftaná fer Katrin Joensen-Næs, leikstjóri, at innleiða sýningina av filminum.

Øll eru vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo