Sirið Stenberg spyr Jørgen Niclasen um Suðuroyartunnilin.
M.a. sigur hon í viðmerkingunum:
“Skal tað vera koyrandi til Suðuroynna í 2030 so má okkurt henda nú!
Forkanningar vera í løtuni gjørdar, men enn er ongin peningur játtaður til sjálva verkætlanina. Og enn er onki politiskt arbeiði gjørt um tær semjur, sum skulu til fyri at fáa verkætlanina til veruleika. Í løgmansrøðuni verður sagt, at peningur verður játtaður í 2025. Tað er um 4 ár.
Skal tann vilji, sum tykist vera um Suðuroyartunnilin, blíva til veruleika má politiska arbeiði í gongd nú. Tað skuldi longu verið byrjað. Sandoyartunnilin verður allarhelst borðaður ígjøgnum í ár.
Fyri at fylgja málinum upp havi eg sett landsstýrismanninum nakrar spurningar um málið.”
Leinki til fyrispurningin: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo