Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sita so føtt burtur frá;
tosa fegin tosa gjøgnum skíggja,
tí kríggið er øðrum hjá,
og tá er lættari at flýggja.

Tykjast sterk á at líta;
kríggið rínur við í skrift og talu;
eingin kann okkum orðið sýta,
um egnan mátt og vígvøllins sælu.

Stuðla krígsútgerð til fleiri lívlát;
halda tað loysir valdsknútin;
bara vit herheima eru summarkát,
eins og Zelensky og Pútin.

Tosa um óndskap og ræðuleikar;
einki um semju millum lond;
krígspílurin einvegis peikar,
hví ikki knýta friðarinnar bond?

Friðarbrekkan tykist enn brøtt;
ST kann hana slætna,
umframt krígsløstin bøtt;
tí Guds børn batna.

Henrik Weihe Joensen
19. mai 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo