Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ein vanligur spuningur, eg fái, serliga nú valstríðið er í hæddini, er- hví blanda Gudstrúgv og Andalig viðurskifti í politisk kjak.

Fyri meg er svarið einfalt, eg eigi onki betri ella tryggari at borðreiða.

Og harnæst er Gudstrúgvin ikki eitt klædnaplagg, sum tú kann lata teg úr og í, alt eftir hvar tú er, men ein integreraður partur av tí veuleika, sum tú sum trúgvandi hevur givið teg í.

Jamen, er neyðugt at taka tað Andalig við inn í Løgtingsalin?
Ja, tað er avgerandi neyðugt! Forðar tú tí Andaliga at koma á týdningarmesta pallinum í landinum, so fremur tú svik móti bæði tí Andaliga, tær sjálvum og veljaranum, sum á valinum valdi teg sum umboð sítt.

Tað Andaliga er tað besta, tú kann bjóða tí einstaka, familjunum, føroyska samfelagnum- og heiminum.

Men ber ikki til at útloka tað Andaliga úr fjølmiðlaprátum?
Jú saktans, men so svíkur tú tey virði, tú grundar lívið á og tey, sum lýða á.

Prát títt verður ótrygt og lítisvert.

Vit kunnu velja orð manna, sum eru svikalig- (hygg bert at heimsstøðuni í dag), ella orð Hansara, sum skapti alt og sum bjóðar sína hjálp og sínar loysnir.

Hjá mær er ongin ivi, heldur loysnir og orð Guds- enn manna.

Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo