Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eftir at hava flogið undir radarunum eina tíð, eru Føroyar aftur vorðnar sjónligar. Russland og Vestanlond hava pussað sær skíggjan í leitandi tilgongdini, har grundleggjandi heimsvaldið, tilfeingi og polittisku grundvirðini verða løgd á bismaran.

Mitt á hesum hugsjónarliga krossvegi eru Føroyar. Lítli gimsteinurin í Norðurhøvum, á gáttini til Arktis, og miðskeiðis millum miðevropa og USA. Hóast vit við fyrsta eygnabrá ikki rúma so nógv á kortinum, so er eingin ivi um at vit kunnu vera eitt týdningarmikið lið í garðinum.

Føroyar hava í drúgt tíðarskeið havt eitt væla samstarv við Russland á fiskiveiðuøkinum, við avtalum sum bæði londini hava havt gagn av. Andin millum londini hevur verið góður og merktur av handilsligari virðing. Bæði londini ásanna eisini at hugsjónarliga hellingin er ymisk.

ES, væl stuðlað av Danmark, hevur við sínum óstórtliga handilspolitikki á fiskiveiðuøkinum, rikið Føroyar óneyðuga nær Russlandi handilsliga, og hava vit tí í dag Russland sum ein av okkara týdningarmiklu útflutningsmarknaðum. Handilsskapur er sjáldan merktur av serligum moralskum ampa. Hetta sæst eina best við tí olju vesturheimurin keypir frá miðaldarstýrunum í miðeystri, og gassið sum Evropa keypir úr... Russlandi! Ongin orsøk er tí hjá Føroyum av hava ein serliga yvirliggjara, tá um handilssamstarv ræður. Vit selja til okkara góðu kundar, og keypa tað sum er best fyri okkum.

Tað skulu vit halda fram við at gera, so leingi handilssamstarvið ikki ger krav uppá okkara hugsjónarligu helling og polittisku grundvirðir! Tí har er eingin ivi. Vit standa við fólkaræðið sum stýrisskipan. Mannarættindi sum grundvøll undir fólkinum, og frælsa talu hjá tí einstaka, uttan mun til hvør hugsjónarliga kumpassin er.

Vit kunnu kalla barnið ymisk nøvn, men ein lofteftirlitsradari, verður brúktur at eygleiða virksemi í einum ávísum øki, til ávist endamál. Í friðartíð til at varðveita friðin. Í víggi til verju og álopsendamál. Og tí eigur Løgtingið, sum evsta umboð føroyinga, at taka støðu til radaramálið.

Sjálvur trúgvi eg ikki uppá føroyskan neutralitet sum møguleika í eini polittiskar naggatódn millum eystur og vestur. Tann tíðin er farin.

Hinvegin havi eg ongan trupulleika at flagga saman við vesturheiminum, enntá gerast partur av NATO, tá Føroyar gerast sjálvstøðugt land.

Hóast russarar og kinverjar uttan iva eru góðir við sítt land, við dugnaligum hampafólkum, og ríkari mentan, so hóvar mær ikki teirra framferð sum stýrandi stjórnir.

Tíðin er komin til at Føroyar sum sjálvstøðugt samfelag stíga út á altjóða pallin. Tá er valið annað enn gull. Tá er valið okkara grundvøllur sum fólk, mentan og hugsjón.

Go west!

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo