Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað var ein góð valsending, sum Sjálvstýrisflokkurin hevði mánadagin 21. november, har Rúna Sivertsen og Suni á Dalbø stóðu sína roynd væl.

Journalistarnir royndu á einhvønn hátt at leggja eftir teimum, men tað var til fánýtis, tí flokkurin hevur eina góða valskrá, sum er at vinna okkum sjálvstýri, so vit kunnu samstarva við allar aðrar tjóðir á jøvnum føti.

Hetta var tað, sum føringafelagsmenn settu sær fyri, tá teir fylktu kallmenn og kvennmenn fyri at fáa okkum at halda saman, so vit gjørdust sjálvbjargin. Henda hugsjón var hon, sum gjørdi, at ein meiriluti á fólkaatkvøðuni 14. september 1946 samtykti at taka undir við tilboði donsku stjórnarinnar um at loysa okkum úr tí sambandssáttmála, vit høvdu við Danmark.

Meirilutin var 161 atkvøður, 51%. Tølini vísa, at sigurin kom av tí undirtøku, sum tilboðið fekk úr øllum flokkum. Størst var undirtøka í Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Men uttan tann stuðul, sum sambandsmenn góvu danska sjálvstýristilboðnum, hevði undirtøkan verið ov lítil, og so hevði danska stjórnaruppskotið um okkara støðu í danska eindarstatinum verið samtykt.

So høvdu vit í dag verið ein donsk kommuna, og vit høvdu havt somu rættindi og skyldur, sum aðrar kommunur í samríkinum.

So vóru danskar skattalógir galdandi í Føroyum. Tann mest grundleggjandi skattalóg í Danmark er tann, at ein og hvør, sum eigur ein snøkil av jørð, á hvørjum ári skal gjalda jarðarskatt til státin. Verður hesin skattur ikki goldin, verður jarðarteigurin, hvussu lítil hann enn er, seldur á uppboði til hægstbjóðandi. Hesum skatti var tað okkara forfedrar flýddu undan, tá teir saman við Grími Kamban settu búgv í Føroyum. Men so sendi kongur vápnaðar menn til Føroya, sum við øks í hendi noyddu Trónd í Gøtu til at ganga undir hendan jarðarskatt til útlendskar valdsharrar.

Hendan skatt høvdu forfedrar okkara knúgvað undir í túsund ár, og ætlan stjórnarinnar var at fáa okkum at góðkenna hesa skipan á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. Hevði hendan ætlan verið samtykt, kann ein og hvør føroyingur siga sær sjálvum, hvussu nógv hann skuldi goldið í jarðarskatt til danska ríkiskassan nú í 2022.

Vit hava tveir flokkar í Føroyum, sum siga seg vera samríkisflokkar. Teir siga ikki eitt orð um, hvussu nógvan jarðarskatt vit skuldu goldið til danska státin, um so er, at dreymur teirra um samríkið fekk meiriluta. Eg veit tað heldur ikki, men herfyri kom eg at tosa við ein danskan pensionist, sum kærdi sín neyð, tí hann var á hvørjum ári kravdur eftir 70.000 krónum. Hesum danska jarðarskatti var tað, sum tey 161 fólkini, sum atkvøddu fyri sjálvstýri, bjargaðu okkum undan tann 14. september 1946.

Veljararnir hjá samríkisflokkunum skulu eisini minnast til, at eydnast teimum at fáa tað samríkið í lag, sum teir framvegis siga seg ynskja, fær hvør føroyingur, sum fyllir 17 ár, eitt bræv frá státinum um, at nú skal hann koma til sessión fyri at seta lívið í váða fyri at verja samríkið. Enn eru tað bert dreingir, sum fáa hesi brøv, men nú er upp á tal, at gentur eisini skulu koma undir hesa verndarskyldu vísandi til javnstøðu millum kynini. Síðstu árini hevur tað vundið upp á seg, at danski státurin sendir herfólk í kríggj í øðrum londum. Nøkur koma heim í kistum, og onnur eru særd so illa sálarliga og likamliga, at tey eru fyri ongum alt lívið. Hetta gjørdi sítt til, at sambandsveljararnir feldu samríkisuppskotið 14. september 1946. Føroysku mammurnar hildu tað ikki vera eitt gott uppskot, at teirra børn skuldu lata lív fyri samríkið.

Tá danska stjórnin sendi krígsskip til Føroya fyri at handtaka teir løgtingsmenn, sum vildu samráðast við stjórnina um, hvussu úrslitið av fólkaatkvøðuni skuldi setast í verk, og allir tingmenn, uttan Jákup í Jákusstovu, hoppaðu undan, helt sjálvstýrismaðurin Edward Mitens, sum skrivstovustjóri løgtingsins fast um, at vit skuldu fáa eina skipan, sum skuldi gera okkum før fyri at seta ta samtykta sjálvstýri í verk, tá vit vóru blivin sjálvbjargin. Tað Mitens fekk allar tingmenn, bæði fólkafloksmenn, sambandsmenn, javnaðarmenn og sjálvandi eisini sjálvstýrismenn til, var, at vit ikki fingu herskyldu til danska herin, og at danski státurin ongan rætt skuldi hava at krevja nakran skatt yvirhøvur í Føroyum.

Sjálvstýrismaðurin, Mitens, visti sum embætismaður, at vit við okkara egna skattarætti og egnum landskassa fóru stig fyri stig at fáa førleika til at gerast sjálvbjargin. Gongd kom eisini á hetta verk, og við Mitens á odda fekk Sjálvstýrisflokkurin bæði Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin at taka stór stig á sjálvstýrisleið.

Nú var spónurin settur í, og Mitens helt tað vera eina sjálvfylgju, at samgonguflokkarnir hildu ta avtalu, sum teir høvdu gjørt um at halda fram við at taka fleiri stig á sjálvstýrisleið. Mitens var ikki meir enn 60 ár og virkisfúsur sum ongantíð.

So varð hann raktur av Berufsverbot. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin settu hann frá sum skrivstovustjóra løgtingsins, og tað var avgjørt ikki, tí at hann ikki megnaði sítt starv, men tí hann var ov sjálvstýrishallur. Hann lætst ikki um vón og sat sum landsstýrismaður árini 1954-58 og fekk okkum útvarpið í ár 1957.

Mitens fekk sum løgfrøðingur sett í stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins, at flokkurin ikki vildi, at Føroyar høvdu umboð á danatingi.

Hetta var um sama mundið, sum hann fekk sangonguflokkarnar at samtykkja, at danating ikki skuldi krevja upp nakran skatt í Føroyum. Tí kundi Føroyar ikki senda umboð niður á danating at leggja skatt á danir. Men hetta vildu danir, at vit skuldu gera, og úrslitið var, at teir flokkar, sum fingu umboð á danatingi, mistu allan hug at taka nakað stig á sjálvstýrisleið. Mitens helt, at vit altíð kundu avtaka hesi umboð, tá tað hóvaði okkum. Tá sjálvstýrislandsstýrið kom í ár 1963, vildi Erlendur Patursson fáa tann 73 ára Mitens til landsstýrismann fyri Sjálvstýrisflokkin, men hesum kom tíverri einki burturúr.

Undanførsla samríkisflokkanna fyri at forða Sjálvstýrisflokkinum at sleppa at taka nakað stig á sjálvstýrisleið, var tann, at vit ikki høvdu ráð. Mitens visti, at tað ikki passaði, men ikki fyrr enn sjálvstýrislandsstýrið fekk eitt búskaparráð sett á stovn, kom veruleikin fram, sum var, at Mitens hevði havt rætt. Við sama skattatrýsti sum Danmark høvdu vit havt ráð til at goldið allar okkara almennu útreiðslur. Danski stuðulin fíggjar tí skattalættar í Føroyum.

Men nú er støðan heilt absurd. Danska stjórnin, sum vit loyvdu at ráða yvir nøkrum málum við tí skeivu grundgeving, at vit vóru ov fátæk, heldur fram við at gjalda okkum pening, hóast vit nú hava eina inntøku fyri hvønn íbúgva, sum er hægri enn tann danska. Við sama skattatrýsti sum í Danmark kunnu vit gjalda allar tær almennu útreiðslurnar í Føroyum. Vit kunnu hava størri útreiðslur til barnaansing, stytri arbeiðsviku, hægri pensión, betri heilsuverk, effektivari løgreglu og dómsvald, og okkara egnu sjóverju.

Tað er í tøkum tíma, at Sjálvstýrisflokkurin sleppur at seta tað í verk, sum Mitens legði lunnar undir eftir fólkaatkvøðuna ár 1946. Teir flokkar, sum hava forðað øllum stigum á sjálvstýrisleið, eru vælkomnir saman við okkum at taka tey stig, teir hava forsømt at taka higartil.

Alt bendir á, at rætti dagurin er hin 1. januar 2023.

Zakarias Wang

Sí meira á heimasíðuni hjá Sjálvstýrisflokkinum umvegis leinkjuna niðanfyri:

Sjálvstýrishugsjónin ár 2022 – Sjálvstýri (sjalvstyri.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo